Bretski felagsskapurin móti hvalaveiðu, Campaign Whale, roynir at leggja trýst á bretska fiskimálaráðharran Michael Gove, nú hann fer á almenna vitjan í fleiri norðurlondum, millum annað í Føroyum.
Tað skrivar bretska blaðið Daily Express.
Tey siga, at Bretland hevur tikið støðu ímóti hvalaveiðu og tí eigur Michael Gove at siga frá bretsku støðuni meðan hann er her.
Andy Ottaway, ið umboðar felagsskapin, sigur, at bretski marknaðurin er umráðandi fyri Føroyar og tí eigur Bretland at brúka handilin millum londini sum jarnbrot og seta tað sum treyt, at Føroyar skulu gevast við at veiða hval, annars fær tað avleiðingar fyri handilsviðurskiftini millum londini.
Almenna støðan, sambært DEFRA, ið er bretska starvsstovan fyri umhvørvi, mat og landbúnað, er, at Bretland er ímóti hvalaveiðu, uttan í teimum førum har upprunafólkið í einum landi veiðir hval til egna nýtslu. Tað verður einki sagt um Føroyar eru roknaðar uppí.
Tað verður einki sagt um hvørt Michael Gove fer at taka evnið upp, meðan hann er í Føroyum.