Vinnulív
Eysturoy: Virki í Eysturoy, sum hava við skip at gera, fara nú at brynja seg út, so at tey vera betri før fyri at taka størri arbeiðir uppá seg.
Tey hava tískil stovnað eitt felag, sum skal hava til arbeiðis at marknaðarføra hesi virkini so at tey kunnu draga arbeiði til sín.
Talan er um KJ-Hydraulik, Elservice, Normek og Sandblásing, sum nú hava stovnað felagið ENSK, sum skal hava til arbeiðis at marknaðarføra hesi fýra virkini.
Talan er um fýra virki, sum øll veita tænastur til skip, men á hvør sínum øki og tí styðja tey væl uppundir hvørja aðra.
-Endamálið er fyrst og fremst at royna at fáa útlendsk skip til Føroya at fáa umvælingar av ymsum slagi, sigur Ólavur Asafsson Olsen, sum er stjóri í KJ-Hydraulik.
Hann sigur, at ætlanin við hesum nýggja felagnum, ENSK, er, at tey fýra virkini skulu standa úteftir sum ein eind og geva felags tilboð upp á umvælingar og er ætlanin sjálvandi eisini at standa sterkari, tá ið føroysk skip bjóða arbeiði út.
-Eydnast tað okkum at fáa fleiri útlendsk skip hendavegin, er veruleikin tann, at tað eisini fer at geva øllum hinum virkjunum, sum hava við skipaumvælingar at gera, meiri arbeiði.
Flótidokk eitt gamalt ynski
Tað hevur eisini ljóðað, at ætlanin hjá hesum virkjunum er at keypa eina flótidokk, so at tey ikki vera bundin at skipasmiðjuni á Skála.
Ólavur Asafsson Olsen sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um tað. Hann ásannar tó, at tað er eitt gamalt ynski at hava eina flótidokk.
-Men tað er ein íløga upp á tíggjutals milliónir og vit hava heldur ikki enn gjørt nóg neyvar kanningar fyri at vita, um tað yvirhøvur er grundarlag fyri tí.
Kanningar talan er um er ein marknaðarkanning og hettar tekur tíð.
Tey hava heldur ikki fingið innflutningsloyvi, loyvi frá natúrufriðingarmyndugleikum , o.s.fr. so alt hetta liggur sera langt frammi.
Tí verður tað í hvussu so er ikki við tað fyrsta, at teir útvega sær eina dokk.
Hann váttar kortini, at tey nýliga hava verið í Skotlandi og hugt eftir eini flótidokk. Men tíðarfreistirnar, sum teir arbeiddu við, vóru so stuttar, at tað var ikki hugsingur um.
Stjórin í KJ- Hydraulik, sigur, at skulu teir útvega sær eina flótidokk, má hon verða nóg stór til at vera kappingarfør. Tað vil siga, at hon skal kunna taka skip upp á 3000-4000 tons.
Hettar krevur so stóra íløgur, at tað er ikki hugsingur um at hesi 4 feløgini kunnu gera.
Annars sigur hann, at vanliga er gott samstarv við skipasmiðjuna og skuldu teir fingið brúk fyri at fingið skip í dokk, hevði tað uttan iva borið til at fáa skip í dokk á Skála.










