Vilja hava løgtingið upp í málið

Skúlanevndirnar átala nú støðuna í fólkaskúlanum, og fara partarnir ikki aftur til samráðingar, fara tær at heita á løgtingið um at leggja upp í.

Hetta boða tey frá í einum skrivi, tey hava sent út, eftir at formansskapurin fyri skúlanevndir fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum hildu fund hósdagin.

? Vit taka ikki dagar partanna ímillum, men vit krevja, at partarnir fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin, verður sagt í skrivinum.

? Um samráðingarnar ikki verða tiknar uppaftur leygardagin (í dag, blðm.), fara skúlanevndirnar at heita á løgtingið um at taka neyðugu stigini, so skúlagongdin kann takast uppaftur.