Vilja hava løgmann at leggja frá sær

Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur akkurát nú mælt løgmanni til at leggja frá sær og hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin fara at stuðla eini minnilutasamgonguni Løgmaður eigur at leggja frá sær.

Tað mælti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, Jóanesi Eidesgaard, løgmanni til fyri eini løtu síðani, nú ólavøskurøðan hjá løgmanni er til viðgerar.

Skuldi tað hent, at Gerhard Lognberg fer úr samgonguni, so at hon missur meirilutan, hevur verið róð framundir, at samgongan skal halda fram sum ein minnilutasamgonga, heldur enn at umskipa landsstýrið og fáa Sjálvstýrisflokkin upp í.

Men hesin tankin kann tykjast eitt sindur fánaður í morgun, tí samstundis sum Jørgen Niclasen mælir løgmanni til at leggja frá sær fyri at reinsa luftina og skipa eina aðra samgongu, hevur eisini Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, boðað frá, at løgmaður skal ikki vænta sær stuðul frá Sambandsflokkinum til eina minnilutasamgongu.

Jørgen Niclasen vísti eisini beinleiðis aftur, at Fólkaflokkurin fer at taka undir við eini minnulutasamgongu, tí flokkurin tekur ikki undir við førda politikkinum, sum hann kallaði eitt vinstravent útreiðslugildi.

Tað merkir so, at ein minnilutastjórn verður heilt og fult bundin at Sjálvstýrisflokkinum og hann hevur so ikki víst tankanum frá sær.

men Kári P. Højgaard ásannar, at spennandi tíðir eru fyri framman og hann saknar eitt útspæl frá samgonguni um, hvussu ætlanin er at telva seg fram til semjur um mál, sum tey kunnu vera felags um. Og hann heldur eisini, at tað eru mál, sum tað ber til at semjast um