Nú nýggjur hondbóltsvetur stendur fyri framman, er trupulleikin hjá flestu feløgunum í høvuðsstaðarøkinum, at hallartímarnir eru væl færri enn tað, sum feløgini ynskja.
Serliga er trupulleikin stórur hjá ÍA á Argjum, sum er yngsta hondbóltsfelagið í Havnini.
- Enn fara flestu venjingarnar fram í skúlanum á Argjahamri. Ítróttarhøll er eingin á Argjum, men tað er okkara vón, at býráðið tekur henda trupulleika í álvara. Sum er hava vit eina hálva høll, men fyri einar 15-17 mió kr. ber til at leingja hesa, siga tey í felagnum, har vónin er, at høllin verður bygd á Argjahamri heldur enn úti í Vika við fótbóltsvøllin.
Sum er búgva á leið 2.000 fólk á Argjum, og uttan iva fer talið at økjast, nú nýggjar útstykkingar eru ávegis.








