Nógvir egyptar halda, at tað gongur alt ov seint við nýskipanunum, og túsundtals fólk eru dagliga í gøtunum og krevja, at herurin skal lata valdið frá sær. Fólk halda, at herurin leggur forðingar í vegin fyri teimum lovaðu broytingunum, og mong leggja herovastan, Hussein Tantawi, undir at arbeiða ímóti broytingum. Hussein Tantawi var verjumálaráðharri hjá fyrrverandi forsetanum Hosni Mubarak.
Leiðslan í herinum sigur, at herurin kann ikki lata valdið frá sær, fyrr enn viðurskiftini í landinum eru komin í eina trygga legu. Essam Sharaf, forsætisráðharri, segði fyrradagin, at stjórnin hevur tikið nøkur týðandi stig. Eitt nú eru løgreglumenn, sum eru undir illgruna fyri at hava skotið mótmælisfólk, loystir úr starvi, segði hann.
Nógvir egyptar eru eisini misnøgdir við, at rættarmálið ímóti fyrrverandi forsetanum Hosni Mubarak ikki er byrjað enn, hóast tað eru fimm mánaðir, síðani hann fór frá. Myndugleikarnir hava kunngjørt, at Mubarak og synirnir Alaa og Gamal koma fyri rættin tann 3. august. Teir eru millum annað ákærdir fyri svik og fyri at hava givið boð um at skjóta mótmælisfólk.