Vilja hava hann úr Altinginum

Tað er ikki nokk, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson legði frá sær sum forsætismálaráðharri. Hann skal eisini leggja frá sær sum tingmaður. Tað halda 80 prosent av øllum íslendingum, sambært nýggjastu veljarakanningini, ið er gjørd aftaná, at fyrrverandi forsætismálaráðharrin legði frá sær. Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.


Harumframt vísir kanningin, at 64 prosent av veljarunum halda, at Bjarni Benediktsson, fíggjarmálaráðharri, skal leggja frá sær, meðan 60 prosent halda tað sama um Ólöf Nordal, innanríkisráðharra. Bæði eru, eins og Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, nevnd í Panamaskjølunum.


Sigurður Ingi Jóhannsson, nýggi forsætismálaráðharrin, hevur lovað, at val verður í Íslandi í heyst, men sambært veljarakanningini, so halda umleið helvtin av íslendingum, at val longu skal vera í vár, 26 prosent halda tað skal vera í heyst, meðan 23 prosent vilja bíða í eitt ár.