Vilja hava greið boð um at steingja

Fleiri av skeinkistøðunum í Havn eru í løtini í eini umhugsunarstøðu, um tey skulu hava opið ella ikki. Tey eru ikki fegin um, at tað er latið upp til teirra, um tey akta áheitanina frá løgmanni ella ikki um at steingja klokkan 22 á kvøldi.

– Vit eru fleiri fólk í vinnuni, sum hava tosað um hetta. Vit vilja hava greið boð frá myndugleikunum um, at vit skulu steingja. Vit ynskja sjálvandi at virða støðuna, men um vit bara lata aftur, uttan at hava fingið boð um tað, so er einki endurgjald at fara eftir, sigur Remy á Kamarinum, sum eigur og rekur skeinkistaðið Basecamp í Havn.

– Vit hava nógvar útreiðslur, so vit hava ikki ráð at missa inntøkurnar – og als ikki sjálvboðin at gera tað. Eingin ánar, hvussu leingi hendan støðan fer at standa við, sigur Remy á Kamarinum, sum heldur, at landið átti at komið við einum hjálparpakka til vinnuna, so hon ikki varð kroyst at taka slík atlit, sum kunnu føra til beinleiðis húsagang.

– Tað ber heldur ikki til, at tá vit vakna uppaftur aftan á alt hetta rokið, at landið er í skeljasori, sigur Remy á Kamarinum.