Einskiling
Fólkaflokkurin vil nú hava Framtaksgrunnin at selja bæði Fiskavirking, Fiskasøluna og hinar fyritøkurnar hjá Framtaksgrunninum beinanvegin.
Tað sigur flokkurin í brævi til Framtaksgrunnin mikudagin.
Fólkaflokkurin vísir til viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, har sagt verður, at "fonden må dog ikke opnå bestemmende indflydelse i virksomheden". Og aðrstaðni í viðtøkunum stendur, at "Fonden skal afhænde foretagne investeringer, når disse har vist sig levedygtige og salgbare".
Fólkaflokkurin vil tí hava Framtaksgrunnin at lýsa allar ognirnar alment til sølu.
Flokkurin sigur, at verður tað gjørt, hevði grunnurin tryggjað sær, at øll høvdu javngóðar møguleikar at bjóða upp á ognirnar og at best møguligur prísur fæst fyri hesa nú almennu ogn.
Somuleiðis hevði hetta tryggjað, at tað neyðuga gjøgnumskygnið verður við søluni og at kapping verður um føroyska feskfiskin, so minst møguligt fer óvirkað av landinum,
Og ikki minst hevði hetta tryggjað, at viðtøkurnar fyri grunnin verða hildnar, sigur fólkaflokkurin.