Vilja hava fólk út í heim at lesa

Markleys Útbúgving verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld

11. árið á rað verður skipað fyri útbúgvingarstevnuni, Markleys Útbúgving. 

 

Holgar Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni hjá Fróðskaparsetrinum heldur, at tað gongur rættiliga væl at fáa fólk at lesa uttanfyri danska kongaríkið, sjálvt um ynskiligt var, at tað vóru enn fleiri. Hesaferð verða umboð fyri svenskar og pólskar lærustovnar í útbúgvingarstevnuni, Markleys Útbúgving.

 

Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Bakkafrosti, sum hevur lisið bæði á Hawaii, í Barcelona, og í Monako fer at hava eina framløðu um hvussu tað er at taka eina útbúgving í ein fjarskotnum landi. Árni viðmælir av hjarta, at føroyingar leita sær til onnur lond at fáa sær útbúgving.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við fyrst Holger Arnbjerg, og so eitt prát við Àrna Olsen.