Hevði parlamentsval verið í Bretlandi dag, hevði Arbeiðaraflokkurin vunnið, tí sambært teirri seinastu meiningakanningini er flokkurin 15 prosentstig framman fyri tann konservativa flokkin. Tað skrivar Daily Telegraph.
Eftir kanningini hevði Arbeiðaraflokkurin fingið 45 prosent av atkvøðunum og tann konservativi flokkurin 30 prosent. Teir liberalu demokratarnir høvdu fingið 10 prosent, og Arbeiðaraflokkurin er sostatt størri nú enn teir báðir stjórnarflokkarnir tilsamans.
Men Arbeiðaraflokkurin hevur tann trupulleika, at bara ein triðingur av veljarunum vilja hava floksformannin, David Miliband, til forsætisráðharra, skrivar Daily Telegraph.