100 fólk vóru til fyrstu venjingina hjá Ólavsøkukórinum, men kórleiðarin vil hava enn fleiri fólk at syngja við í kórinum í ár. Tað eru liðin 80 ár, síðani Ólavsøkukórið sang undir tinghúsinum fyrstu ferð. Í tí sambandi verður upprunaliga kantantan framførd á ólavsøku í ár.
Ólavsøkukórið hevur havt eina venjing, og tá møttu 100 fólk til venjingina. Kórleiðarin kundi hugsa sær nógv fleiri fólk við í kórið, nú 80 ára dagurin skal haldast, og hann heitur tí at fleiri sangarar um at koma til næstu venjing.
Ólavsøkukórið venur aftur í Læraraskúlanum hóskvøldið. Klokkan 19.00 møta menninir og kl. 20.00 kvinnurnar.










