Ein finala um løgmanssteypið skal vera á nýggja fótbóltsvøllinum, sum í hesum døgum verður gjørdur í Stópunum í Trongisvági.
Tað ætlar Tvøroyrar Býráð.
Á næsta fundi fer Tvøroyrar býráð at viðgerða eitt upplegg frá mentanarnevndini í býráðnum um at bjóða Fótbóltssambandinum at fáa eina føroysku steypafinaluna á nýggja vøllinum í Trongisvági.
Tvøroyrar Bóltfelag er elsta fótbóltsfelag í landinum og tað fyllir 120 ár tann 13. mai í ár.
Og tvørafólk halda, at tað kundi verið ein hóskandi føðingardagsgáva frá Fótbóltssambandinum og føroyskum fótbólti, at lagt steypafinaluna í Trongisvági í ár.
Men letur tað seg ikki gera at fáa finaluna í ár, fara tey at royna at fáa finaluna til Trongisvágs næsta ár.
Tey halda eisini, at verður ein finala løgd á nýggja vøllinum í Suðuroy, fáa tey eisini av álvara roynt vøllin og umstøðurnar rundan um hann.
Tekur býráðið undir við málinum, verður fyrispurningur sendur Fótbóltssambandinum.