Ingilín Didriksen Strøm og Jóannis Joensen, tinglimir fyri Javnaðarflokkin, vilja, at veiða eftir svarfugli í Føroyum skal vera meira burðardygg, og tí hava tey latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar, um at skipa javnar og skipaðar fuglateljingar.
– Vert er at fáa staðfest, hvussu stórt talið er av ymsu fuglasløgunum í Føroyum gjøgnum eitt longri tíðarskeið, fyri at fáa neyðugu hagtølini til vega og fyri at staðfesta, hvørjir fuglastovnar minka, og hvørjir vaksa í tali, siga tingfólkini bæði í viðmerkingunum til uppskotið, har tey samstundis gera greitt, at eingin veit við vissu, hvussu støðan hjá heiðafugli og svartfugli er í Føroyum.
– Føroyingar hava siðvenju at veiða fugl, einamest svartfugl. Vit skulu tryggja, at burðardygd er lykilin til alla veiðu - eisini fuglaveiðu. Teljingar kunnu staðfesta gongdina í fuglastovnunum, og sostatt hvør veiða er burðardygg, og hvør veiða ikki er burðardygg, og tí hava tey lagt uppskotið fyri løgtingið, siga Ingilín Didriksen Strøm og Jóannis Joensen, tinglimir fyri JAvnaðarflokkin.