Vilja hava færri vallyfti

- Eg vildi ynskt, at valevnini vóru meira týðilig.

Tað sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

Sjálv hevur hon eitt ynski til nýggju kommunustýrini.

Hon staðfestir, at nú valstríðið upp undir kommunuvalið er komið í hæddina, eru vit í teirri støðu, at so at øll lova alt.

Men hon staðfestir samstundis, at ongin kann arbeiða av fullum huga fyri øllum og tí vildi hon ynskt, at valevnini avmarkaðu seg til nøkur týðilig vallyfti.

Sjálv hevur hon eitt ynski til nýggju kommunustýrini og tað er, at bústaðir verða raðfestir frammaliga.

Hon sigur, at tað er torført hjá fólki við menningartarni og øðrum serligum avbjóðingum at fáa tíðarhóskandi bústað.

- Ein av týdningarmiklu uppgávurnar hjá kommunum er júst at skapa karmar fyri bústøðum hjá fólki í kommununi.

Men teimum í Javna dáma illa, tá ið fólk við menningartarni verða stúvað saman saman í ávísum deplum.

- Tí hava vit í Javna ein dreym um, at størru føroysku kommunurnar fara at brúka leistin, sum Egilsstaðar kommuna hevur brúkt at útvega fólki tak yvir høvdið, sigur hon.

- Har hevur kommunan bygt íbúðir til vanligar íslendingar. Í hvørjum húsi eru fýra íbúðir í hvørjari hædd í hvørjari uppgongd.

Á einari hædd búgva fýra fólk við menningartarni. Tey hava sína egnu íbúð á 60 fermetrar. Á hesari hæddini er, umframt tær 4 íbúðirnar, ein felags inngongd og eitt lítið starvsfólkarúm og bæði húsfólk og starvsfólk stórtrívast, sigur forkvinnan í Javna.

Starvsfólk frá almannaverkinum eru til arbeiðis, áðrenn húsfólkini fara til arbeiðis um morgunin. Tey koma so aftur eftir arbeiðstíð hjá húsfólkunum og verða til arbeiðis til kl. 23.

Eftir kl. 23 hevur húsfólkið eina tilkalliskipan til eitt sambýli í grannalagnum, sum hevur samdøgursvakt og harumframt er eitt starvsfólk frá sama sambýli á rundferð tríggjar ferðir um nátt at kanna at alt er, sum tað eigur.

Annars hevur hvørt húsfólk starvsfólk knýtt at sær eftir tørvi

Nøkur húsfólk hava hava eina døgurðaskipan saman, har tey skiftast um at eta hjá hvørjum øðrum.

Tað sum forkvinnan í Javna heldur, er serliga dámligt við hesum mátanum, er, at øll, sum leiga íbúð, verða javntsett.

Harafturat er húsið bygt at búgva í og ikki sum eitt arbeiðspláss, har fundarhøli og onnur rúm til starvsfólk, eru so stórur partur, at tað líkist einum stovni.