Spurningarnir fara at snúgva seg um týdningarmikil mál, sum hava stóra ávirkan á borgarar, vinnu og framtíðar menningina av samfelagnum. Við hesum spurningunum vil flokkurin varpa ljós á týdningarmikil viðurskifti í føroyska samfelagnum.
- Beinir Johannesen fer at spyrja løgmann, nær ein langtíðarløguætlan verður løgd fram, og um andstøðan verður tikin við í arbeiðið. Íløgurnar, sum liggja fyri framman, eru stórar, og tí er neyðugt at raðfesta og tryggja greiða kós.
Eisini setur Beinir spurning til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um matrikkulering. Hann vil hava greiði á, hvussu long bíðitíðin er, og um ætlanin er at broyta mannagongdirnar ella útveita arbeiðið, so viðgerðin kann fara skjótari.
- Jacob Vestergaard fer at seta spurningar til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Hann fer at spyrja, hví stovnurin ikki svarar borgarum og stovnum, og hvussu ætlanin er at fáa stovnin at virka, nú mál hópa seg upp og álvarsligar átalur eru komnar frá Løgtingsins umboðsmanni.
- Bárður á Lakjuni fer at spyrja landsstýrin í barna- og útbúgvingarmálum um heildarætlanina móti rúsevnismisnýtslu 2022–2028. Hann vil hava at vita, hvussu nógv av teimum 58 tilmælunum eru sett í verk, og hvussu støðan er við nøgdini av rúsevnum, sum koma inn í landið.
Við hesum spurningunum verður varpað ljós á mál, sum hava stóran týdning fyri borgarar og vinnu.