Vilja hava bæði kvinnur og menn upp í part

Í Porkeri tekur bygdaráðið áheitanina um javnstøðu í álvara. Men spurningurin er so, hvat porkeninngar sjálvur gera

Herfyri fingu øll tey, sum fáast við at gera valevnislistar til kommunuvalið tann 8. november, eina áheitan um at hugsa um javnstøðu ímillum kynini, tá ið listarnir verða gjørdir.

 

Og tað er ein áheitan tey í bygdaráðnum í Porkeri hava tikið til eftirtektar. Bygdaráðið í Porkeri er er nevniliga eitt av teimum heilt fáum kommunustýrum í landinum -kanska tað einasta-  sum beinleiðis hevur umrødd spurningin um javnstøðu á fundi í bygdaráðnum

 

Í bygdaráðnum í Porkeri eru fimm limir, fýra menn og ein kvinna.

 

Men tað er ikki tí, at tað skortaði við javnstøðu á listunum. Á øðrum listanum vóru sjey velevni, fýra mans og tríggjar kvinnur, og har lagaði tað seg soleiðis, at allir fýra menninir vórðu valdir. Á hinum listanum vóru níggju valevni, fimm kvinnur og fýra menn, og har var so ein kvinna vald í bygdaráðið- og hon var síðst vald.

 

Sostatt vóru tilsamans 16 valevni at velja ímillum til bygdaráðið, sum nú situr, átta kvinnur og átta menn, men tað var altso bara ein kvinna, sum varð vald, so tað kann ikki sigast, at kvinnuligu valevnini fingu nakra serliga undirtøku.

 

Einsamalla kvinnan í bygdaráðnum í Porkeri, er Rannvá Albinus, men hon segði við Demokratia herfyri, at hon stillar ikki upp aftur í ár.

 

Og nú Demokratia enn einaferð heitir á tey, sum gera valevnislistar um at hugsa um javnstøðuna, er tað sjálvandi nakað, vit taka til eftirtektar, sigur Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri.

 

Tí tók hann áheitanina frá Demokratia fram sum eitt punkt á skránni fyri bygdaráðsfund, har hann kunnaði um hana.

 

Og hann sigur, at bygdaráðslimirnir samtyktu at taka áheitanina til eftirtektar.

 

Hvussu tað fer at gangast, er so ein annar spurningur, tí enn eru tvær vikur til listarnir skulu vera lidnir. Og tað er so eisini ein spurningur um kvinnuligu valevnini fara at fáa frægari undirtøku hesa ferð.