Vilja hava at arbeiðsleys skulu fáa meiri at liva av

Nú fáa fiskimenn kanska betri sømdir

Fleiri fakfeløg vilja nú hava, at tá ið fólk verða arbeiðsleys, skulu tey fáa hægri gjald úr ALS. Tað er greitt, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum um at at hækka gjaldið.

Í løtuni er gjaldið í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin, men nú verður tað hækkað upp í 18.500 krónur í mesta lagi, og tað er eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.

Men Vinnunevndin hjá Løgtinginum sigur, at fleiri fakfeløg vilja hava, at gjaldið skal hækkast enn meiri. Tey hava nevniliga ført fram, at tey vilja hava, at gjaldið úr ALS skal hækkast upp í 20.000 krónur um mánaðin. Tað tekur Vinnunevndin ikki undir við, tí tey vísa á, at ætlaða hækkingin upp í 18.500 krónur, er eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.

Tey siga, at skal gjaldið hækkast, skal tað vera eftir tilmæli frá stýrinum. Hinvegin er gjaldið úr ALS skipað soleiðis, at frídagar og halgidagar verða trektir frá, so at gjaldið úr ALS minkar tilsvarandi. Og somuleiðis verður frítíðarlønin trekt frá gjaldinum.

Sosatt verður gjaldið munandi skert ávís tíðarskeið, eitt nú á páskum, men nú vil Vinnunevndin hava, at hesar reglurnar verða endurskoðaðar. Tað skal nevniliga bera til at liva av arbeiðsloysisstuðlinum, men samstundis skulu fólk eggjast til at fara aftur í arbeiði, halda tey. 

Ein annar trupulleiki, sum ofta verður nevndur í sambandi við ALS, eru reglurnar fyri fiskimenn, sum verða noyddir at verða heima, uttan at verða uppsagdir, í sambandi við at skip eru á beding.

Vinnunevndin heitir eisini á landsstýrismannin um at syrgja fyri, at hesar reglur verða eftirmettar og at tær neyðugu tillagingarnar verða gjørdar.