Síðani Talvsamband Føroya sá dagsins ljós og í 1972 fór undir at fyrireika FM kappingar fyri einstaklingar, hevur tað verið soleiðis, at talvfeløg kring landið hava fyrireikað kappingarnar.
Tað vil so vera, at flestu ferðirnar hevur kappingin verið í høvuðsstaðnum, og tey seinnu árini hevur eisini verið kappast fleiri ferðir í Klaksvík. Í hesum báðu støðunum eru tvey av teimum størstu talvfeløgunum, og hesi feløgini hava eisini átt fleiri FM vinnarar, umframt at tey eisini hava vunnið liðkappingina fleiri ferðir.
Men einstaklingakappingin, sum á hvørjum ári er á páskum, hevur eisini verið hildin í nógvum øðrum plássum. Hesi seinnu árini hevur tað tó verið meiri striltið at fáa feløg at taka ábyrgdina á seg, og tað harmast fleiri um.
Petur Hans Poulsen, sum er formaður í Klaksvíkar Talvfelag og sum var kappingarleiðari í FM kappingini í Klaksvík á páskum, heldur at gongdin er ikki serliga heppin:
? Tað eru fleiri gamlar talvbygdir í Føroyum, og vit hava eisini verið til FM kappingar ymstastaðni. Eg hugsi t.d. um Vestmanna, Gøtu, Sandavág og Hvalvík. Hjá okkum í Klaksvík eru royndirnar, at tað er gagnligt fyri felagið bæði at skipa fyri kappingini og at fara til kappingar aðra staðni, sigur Petur Hans Poulsen.
Tað eru lokala felagið, sum skipar fyri FM kappingini. At tað krevur ikki so lítið av manning hevur kappingin í Klaksvík á páskum verið gott dømi um.
? Ágóðin er, at áhugin millum fólk á staðnum økist, og tað eigur at kasta av sær til felagið, sigur Petur Hans Poulsen.
Allir undir sama taki
Klaksvíkingar hava tey seinnu árini verið dúgligir at tikið lut í FM kappingunum fyri einstaklingar, eisini tá tær hava verið aðra staðni enn í Klaksvík:
? Hesar kappingarnar hava kenst mennandi fyri trivnaðin í felagnum hjá okkum. Hetta er ikki minst komið av, at vit tey seinnu árini hava bjóðað okkara monnum at búgva undir sama taki. Tá vit hava verið í Havnini og aðra staðni til kappingar, hava vit leigað okkum eini hús, og tað hevur verið sera populert millum okkara fólk, sum hevur kent felagsskapin styrktan, bæði viðvíkjandi talvinum og sosiala partinum.
Í níti árunum hava kappingarnar verið í Havnini í 1993, 1994, 1996 og 1998. Tær hava verið í Klaksvík í 1990, 1995 og 1999. Í 1991 var kappast í Hvalvík, í 1992 í Runavík og í 1997 í Hósvík.
Tá vit undir FM kappingini í Klaksvík tosaðu við Finnbjørn Vang, formann í Talvsambandi Føroya, var ikki avgjørt, hvar FM kappingin fyri einstaklingar skal vera á páskum ár 2000.
Í áttati árunum vóru FM kappingar fyri einstaklingar í Gøtu, á Strondum, í Kollafirði,í Vestmanna, á Giljanesi, í Hvalvík og á Toftum umframt at Havnin eisini var vertur.
Tað hevur víst seg, at tá kappingarnar eru aðra staðni enn í meginøkinum, so hevur hugurin at taka lut verið væl minni. Tað harmast t.d. teir í Klaksvík um, men tað hevði kanska ikki verið av leið hjá øðrum feløgum at tikið táttin upp hjá klaksvíkingum at skipa soleiðis fyri, at feløgini syrgja fyri innivisti til allar telvararnar, sum fara avstað.