Vilja hava 1600 dagar

Skotbráið at viðgerða eina so kollveltandi skipan er ov stutt, heldur felagið hjá lemmatrolarunum.

Lemmatrolararnir koma ikki at klára seg við tí uppskotinum, sum landsstýrið hevur lagt fram.

Tað sigur Jósup Henriksen, formaður í felagnum fyri lemmatrolarar.

Eftir ætlanini hjá landsstýrinum skulu teir minnu lemmatrolararnir, teir við minni motori enn 2100 hestum, fáa 100 fiskidagar á innaru leiðum.

Teir størru trolararnir skulu fáa 80 dagar á innaru leiðum. Men hvør dagur skal kunna býtast um við fýra dagar á ytru leiðum.

Hetta vilja lemmatrolararnir ikki góðtaka uttan víðari.

Felagið fyri lemmatrolararnar hevur nú skrivað landsstýrinum eitt mótmæli ímóti ætlanini at fáa teir upp í fiskidagaskipanina.

Felagið hevur eisini biðið um fund við vinnunevndina hjá løgtinginum, sum nú fer at viðgerða uppskotið um fiskidagaskipan.

Felagið hjá lemmatrolarunum sigur, at skotbráið at viðgerða eitt so stórt og kollveltandi mál fyri lemmatrolararnar, er ógvuliga stutt, tí hetta er at fara undir eina heilt nýggja skipan.

Men grundað á á tey søguligu rættindini hjá lemmatrolarunum, skjýtur felagið hjá teimum upp, at teir størru trolararnir fáa 96 dagar á innaru leiðum, men at hvør dagur skal kunna býtast við fimm dagar á ytru leiðum.

Hinvegin skjýtur felagið upp, at teir størru trolararnir fáa 120 dagar á innaru leiðunum, men at hvør dagur hjá teimum kann býtast við fýra dagar á ytru leiðunum.

Felagið sigur, at hetta gevur 1600 dagar á innaru leiðum.ða konsentratión. Tá eg í einum dysti skuldi gera onkrar bjargingar, so skuldi eg eisini gera tær. Og tað leggi eg framvegis stóra vekt á - málmann skulu vera klárir og teir skulu konsentrera seg allan dystin.

Í 1981 flutti Clemence úr Liverpool og til Tottenham, har hann síðani spældi til hann gjørdist 39 ára gamal.

- Seinasti dysturin hjá mær í Liverpool var Europa Cup finalan ímóti Real Madrid í 1981. Dysturin var spældur í Paris, og frammanfyri 50.000 áskoðarum vunnu vit 1-0. Fólk trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá tey hoyrdu, at eg skuldu flyta úr Liverpool eftir ein slíkan dyst.

- Men eg tók avgerðina í skiftirúminum eftir hendan dystinum, tí meðan spælararnir drukku sjampanju og vóru í góðum lag, uppfataði eg tað heila sum ein vanligan dyst. Tá ásannaði eg, at eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum fyri at fáa meira burtur úr persónliga. Tá ein europeisku finalan verður bara ein vanligur dystur fyri teg, so verður tú noyddur at leita eftir eini nýggjari avbjóðing onkra aðrastaðni, og tað gjørdi eg í Tottenham.

Í Tottenham var Ray Clemence við til at vinna ensku steypakappingina, og í 1984 vann Tottenham UEFA Cup kappingina. Men annars vóru sigrarnir ikki at samanlíkna við tað, sum hann hevði vunnið í Liverpool.

Clemence spældi 61 landsdystir á enska landsliðnum, og tað gjørdi hann samstundis, sum hann kappaðist við eitt annað kent navn, Peter Shilton. Í 1983 gavst Clemence á landsliðnum, og tá høvdu hann og Shilton spælt nøkunlunda líka nógvar landsdystir. Shilton helt fram á landsliðnum, og hann spældi samanlagt yvir 120 landsdystir.

- Um annar av okkum ikki var málverji, so hevði hin spælt so nógvar landsdystir, sum eingin hevði kunnað samanlíka seg við, heldur Clemence.


Friðarligt í Føroyum

Hóast hann hevur ferðast nógv, er hetta fyrsta ferðin, at Ray Clemence er í Føroyum.

- Mær dámar væl her. Eg havi skilt á lagnum, at tit hava ikki havt slíkt turrveður í 100 ár, so eg havi verð heppin. Hitin hevur verið góður, og tað hevur verið lítið av vindi. Fólk eru sera fyrikomandi og blíð, og her er so friðarligt og vakurt.

- Vit gingu ein túr í býnum í dag, og tað er munur á her og í London, har eg búgva. Har gongur alt so skjótt fyri seg, fólk eru stressað og havi ikki stundir til nakað. Her tykist alt at ganga eitt sindur spakuligari fyri seg, sigur hann.

Hóast hann hevur nógv ár á baki innan fótbólt, so ætlar hann sær at halda fram. Í løtuni er hann málmansvenjari, men hann útilokar ikki, at hann einaferð í framtíðini verður venjari hjá onkrum felagi í Englandi.

- Fótbóltur hevur verið mítt lív, so einfalt er tað. Eg elski fótbóltsspælið og ynski framvegis at vera ein partur av tí við øllum tí, sum fylgir við.

- Tað er ein ítróttur, sum fer við nógvari tíð, og fótbólturin leggur nógvar forðingar fyri tínum vanliga sosiala lívi, tí tú ert nógv burturstaddur og tú hevur ongantíð frí um vikuskiftini. Og sjálvt tá tú ert venjari, mást tú offra nakað. Men eg havi fingið nógv burtur úr at vera fótbóltspælari, eg havi lært nógv, ferðast kring heimin, og eg møtt nógvum fólki, sum eg annars ikki hevði møtt, sigur Clemence.

Í morgin fer hann heimaftur til Onglands, og tá kann hann samstundis halda sín føðingardag nummar 53.

Málmanskempan úr Onglandi.




Myndatekstir:


- Fótbóltur er ein fantastiskur ítróttur, og eg havi brúkt stóran part av lívi mínum upp á fótbólt. Tá kroppurin so boðar frá, at hann ikki klárar at spæla meira, so er tað frálíkt at kunna verða verðandi innan fótbóltheimin og geva víðari tað, sum eg havi lært og upplivað, sigur Ray Clemence. Mynd: Jonhard Hammer


- Tey 14 árini í Liverpool góvu mær mínar størstu løtur innan fótbólti. Eg spældi saman við nógvum góðum spælarum, og vit vunnu nógv, sigur tiltikni málverjin úr Onglandi. Mynd: Jonhard Hammer



Ray Clemence vardi málið hjá Liverpool, tá felagið var tað mest vinnandi í enskum fótbólti í sjeytiárunum. Hann spældi eisini í Tottenham og 61 ferðir á enska landsliðnum mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.

Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.

Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.

Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.

Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.

Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.


Vit hava framíhjárættindi

Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:

Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.

Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.

Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.

Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.

Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.

Góða ólavsøku.


Høgni Hoydal