Tað verða eingi tiltøk sett í verk beint nú fyri at bøta um trotið á arbeiðsmegi í eldrarøktini og í sjúkrarøktini. Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk.
Men nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er greitt, at tað fær ikki undirtøku.
Trotið á arbeiðsmegi er ein tann størsti trupulleikin í eldraøkinum og í sjúkrarøktini og umboðini fyri samgonguna siga, at hetta er ein trupulleiki, landsstýrið hevur tikið upp. Í løtuni verður kannað, akkurát, hvør tørvurin er, og tær verða lidnar í februar.
Tey í samgonguni ásanna, at tað er neyðugt at gera nakað, men tey vilja geva landsstýrinum arbeiðsfrið til at finna eina loysn, og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið frá Tjóðveldi.
Tey í andstøðuni siga, at korona-tíðin hevur víst, hvussu stóran týdning tað hevur at hava røktarstarvsfólk, bæði sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Tað er eisini komið fram, at hesi næstu árini fer tørvurin á hesum starvsbólkum alsamt at veksa, tí fleiri fara úr starvi enn tað koma í starv.
Tað er eisini komið fram, at tað ber væl til at taka fleiri næmingar, men í ávísum førum hevur verið striltið at fáa praktikkpláss. Men hetta kann fáast í rættlag við at skipa praktikkina øðrvísi, so øll ikki eru í praktikk í somu økjum samstundis, siga tey.











