Vilja gera tað lættari at doyggja

Í Danmark fyrireikari heilsumálaráðharrin eina nýggja lóggávu, sum skal gera tað lættari hjá fólki, ið eru deyðasjúk ella verða hildin á lívi við hjálpitólum at sleppa at doyggja. Tað skrivar Politiken.

 


Stjórnin ætlar sær at leggja hetta uppskotið fyri fólkatingið í heyst. Í uppskotinum fer millum annað at standa, at óvissurnar skulu fáast av vegnum, so at fólk kunnu fáa ræði á egnum lívi og eisini egnum deyða, sigur heilsmálaráðharrin. 

 

Tó verður gjørt greitt, at hetta er ikki tað sama sum aktiv deyðshjálp. Vit hoyra alsamt meira í útlendskum miðlum um aktiva deyðshjálp - tað er, tá ið ein lækni hjálpir einum sjúklingi at doyggja við t.d. at geva viðkomandi yvirdosis av heilivági. 

 

 

Aktiv deyðshjálp er ikki loyvd í Danmark ella Føroyum, men passiv deyðshjálp er. Tað er til dømis, at læknar kunnu gevast við at viðgera ein, sum liggur til tað síðsta, og soleiðis ikki leingja lívið hjá viðkomandi. 

 

Endamálið við nýggju lógini er at gera tað greiðari, hvat ber til og ikki á hesum økinum í Danmark.