Í næstum verða lógir lagdar fyri Løgtingið um at gera vegirnar í samband við Eysturoyartunnil. Tað boðaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, løgtinginum frá fríggjadagin.
Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu um hálvtannað ár, ella so. Men í hesum sambandi hevur tað verið hvassliga átalað, at vegirnir í sambandi við tunnilin, ikki verða gjørdir samstundis.
Eisini Landsverk hevur víst á, at verða neyðugu vegirnir ikki gjørdir, fer tað at føra til ruðurleika, bæði á vegastrekkinum ímillum tunnilsmunnan á Hvítanesi og Havnina, og á vegastrekkinum ígjøgnum Runavík, til og frá tunnilismunnanum á Toftum. Eitt nú hevur Landsverk víst á, at á Hvítanesi er vandi fyri, at bilarøðirnar fara at standa langt niður í sjálvan tunnilin.
Í 2016 varð semja annars gjørd ímillum Landsstýrið og Tórshavnar Býráð um vegin av Hvítanesi til Havnar. Í hesum sambandi varð eisini avtalað, hvussu stóran part, Landið skal rinda, og hvussu stóran part kommunan skal rinda.
Men Løgtingið hevur ongantíð sett sín part av pengunum av til verkætlanina. Hinvegin hevur lítið og einki verið at hoyrt um vegin ígjøgnum Runavík fyrr enn nú í seinastuni, har politikarar úr Eysturoy hava kravt somu sømdir fyri Eysturoynna, sum Havnin hevur fingið.
Og nú hevur Heðin Mortensen gjørt greitt í Løgtinginum, at avtalan ímillum Landsstýrið og Tórshavnar Býráð, frá 2016, skal setast í verk.
– Eg fái ikki ikki sagt greiðari. Ein lóg er gjørd um vegin, og hon verður løgd fyri Løgtingið í nlstum, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at í lógini er eisini ásett, hvat parturin hjá Landinum er, og, hvat parturin hjá Tórshavnar Kommunu er.
– Og vegurin í Runavík má eisini gerast, og ein lóg um tann vegin verður eisini løgd fyri Løgtingið, sigur Landsstýrismaður í samferðslumálum. Eisini í hesum sambandi verður staðfest, hvussu stórur parturin hjá landinum er, og hvussu stórur parturin hjá Runavíkar Kommunu er.
Heðin Mortensen sigur, at verða hesir vegirnir ikki gjørdur, verður ruðuleiki í ferðsluni, og so heldur hann, at lítið er vunnið við tunlinum og í hesum sambandi er vegurin í Skálabotni eisini settur á skrá.