Vilja banna modellum á bilaframsýning

Fyrireikarar av stórari bilaframsýning umhugsa forboð ímóti, at vakrar kvinnur vísa nýggjar bilar fram

Á stórum altjóða bilastevnum er tað vist sum amen í kirkjuni, at vakrar kvinnuligar modellir eru við til at sýna nýggjar bilar fram.

Men nú er ivasamt, um gestinir á stóru bilastevnuni Shanghai Autoshow fáa gleðina av vøkrum kvinnunum framman fyri bilarnar.

Reuters skrivar, at fyrireikararnir av stevnuni hava fingið eina áheitan um seta bann fyri, at kvinnurnar – sum stundum eru lættklæddar – skulu brúkast til at sýna bilarnar fram.

Ein talsmaður fyri fyrireikararnar sigur, at nú verður umhugsað, um eitt bann skal setast í verk.