Vilja avtaka átta løgtingslimir og spara 30 milliónir

Í dag hava tríggir tingmenn lagt uppskot fyri Løgtingið um at skerja tingmannatalið úr 33 tinglimum, sum tað er nú, niður í 25 tinglimir næstu ferð, løgtingsval verður. Tað eru tinglimir úr samgonguni og andstøðuni, sum hava kastað saman í hesum føri og hava lagt uppskotið fyri Løgtingið í felag

Tað eru teir báðir sambandsmenninir, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss og Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi, sum hava lagt uppskotið fram.

- Endamálið er at fáa eina betri, effektivari og bíligari fólkaræðiliga skipan, enn vit kenna í dag, siga teir tríggir.

Teir halda eisini, at tað hóskar seg betri til skipanina við einum valdømi.

Samstundis vísa Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss og Sjúrður Skaale á, at tað er sera kostnaðarmikið at reka føroyska samfelagið.

- Tí er neyðugt at tillagingar verða gjørdar allastaðni beinanvegin og her eigur Løgtingið at ganga undan.

Teir siga eisini, at verður tingmannatalið lækkað, er tað ein sjálvsøgd avleiðing, at

talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum eisini verður lækkað í fimm ella seks.

- Ein skipan við trimum ella fýra aðalráðum færri enn í dag fer, sum frálíðut, at spara landskassanum einar 20 ? 25 millónir, verður rætt framfarið.

Samstundis verða fýra milliónir spardar við at skerja tingmannatalið.

Tilsamans fer sparingin sostatt liggja um 30 milliónir krónur um árið.