Framyvir skal ikki vera møguligt hjá vanligum havnarborgarum at sleppa við bili undir Bryggjubakka. Tað hevur Tórshavnar kommunu avgjørt og hevur tí sett upp pullartar, ið skulu avmarka ferðsluna undir Bryggjubakka.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður víst á, at hetta verður gjørt fyri at betra um trygdina í økinum.
- Í eini tilgongd at avmarka ferðsluna undir Bryggjubakka, og í tí sambandi at raðfesta trygdina hjá teimum gangandi og at veita frið til sølu og útiborðreiðan, hevur Tórshavnar Kommuna sett upp mekaniskar pullartar undir Bryggjubakka.
Tey sum búgva og starvast í økinum sleppa tó kortini enn inn á økið. Tey fáa nevniliga eina kotu, so at tey sleppa framvið pullartunum. Fyri restina av havnarfólkum ber til at sleppa við bili inn á øki millum klokkan 6 til 11, tá pullartarnir ikki verða brúktir.
Pullartarnir verða tiknir í nýtslu hósdagin 14. juli kl.11.