Tað gjørdist eitt gott føroyingakvøld í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Føroyingaliðið, Fram vann 29-24 á Afturelding á útivølli. Í steðginum var Fram á odda 18-15.
Fram steðgaði nakað upp í byrjanini í seinna hálvleiki, og heimaliðið megnaði at koma uppá javnleik 21-21, men Fram´arnir tóku seg saman og vóru omaná seinastu løtuna av dystinum.
Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við seks málum. Rógvi Dal-Christiansen skoraði eitt mál fyri Fram í kvøld. Báðir føroyingarnir fingu hvør sínar tveir minuttir á beinkinum í kvøld.
Næsta uppgávan hjá Fram er á heimavølli móti FH 17. mars.
Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen skulu nú út at ferðast við landsliðnum til útidystir móti Ukraina og Kekkia áðrenn heimadystur verður móti Ukraina sunnudagin 14. mars.
Hitt føroyingaliðið, KA tekur móti Selfoss á Akureyri í annaðkvøld klokkan 19.30.
Støðan í sera jøvnu Ólisdeildini:
Lið | |||
Haukar | 12 dystir | 342:290 | 19 stig |
FH | 12 | 353:327 | 16 |
Selfoss | 12 | 312:297 | 15 |
Valur | 12 | 351:327 | 15 |
Afturelding | 13 | 336:339 | 15 |
Fram | 13 dystir | 328:326 | 14 stig |
KA | 12 dystir | 312:295 | 14 stig |
ÍBV | 12 | 352:332 | 13 |
Stjarnan | 12 | 328:322 | 12 |
Grótta | 12 | 285:296 | 9 |
Þór Akureyri | 12 | 267:322 | 4 |
ÍR | 12 | 279:372 | 0 |