Vilhelm í stórformi tá Fram vann seg í steypafinaluna

Vilhelm Poulsen skoraði ikki færri enn 12 mál tá Fram sigraði á Stjørnuni í steypahálvfinaluni

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit føroyingar í steypafinaluni í hondbólti hjá monnum í Íslandi.

 

Tað bleiv veruleiki fyri løtu síðani tá føroyingaliðið í Reykjavík, Fram vann 28-25 á Stjørnuni í hálvfinaluni.

 

Vilhelm Poulsen er í stórformi fyri tíðina, og í kvøld bumbaði hann 12 bóltar í kassan. Sjey av hesum 12 málunum vóru brotskøst, ið Vilhelm setti trygt í netið. 

 

Rógvi Dal-Christiansen gjørdi sítt í verjupartinum, og hann skoraði eitt mál í hálvfinaluni í kvøld.

 

Í steðginum var javnleikur 14-14, men í seinna hálvleiki megnaði Fram at vinna sær eina lítla leiðslu, og teir sleptu ongantíð leiðsluni. Serliga avgerandi var løtan tíðliga í seinna hálvleiki tá Fram fór frá 16-16 til eina 20-16 leiðslu. 

 

Í steypafinaluni møtir Fram Vali, ið vann trygt 32-21 (13-11) á Afturelding í sínari hálvfinalu. 

 

Finalan verður leikt leygardagin klokkan 17.