Vilhelm gjørdi sítt men Fram tapti steypafinaluna

Føroyingaliðið, Fram mátti lúta fyri krútsterka liðnum hjá Vali

Valur hevur vunnið greipuna í íslendskum manshondbólti 2021.

 

Fyrr í dag knógvaði Valur føroyingaliðnum, Fram í steypafinaluni. Dysturin endaði við einum 29-25 sigri til Val. 

 

Fram legði út sum eitt ódnarveður og hevði eina 6-0 leiðslu áðrenn Valur tók time-out. Tað hjálpti hjá valsmonnum, og í steðginum var javnleikur 12-12.

 

Í seinna hálvleiki fylgdust liðini til støðuna 17-17, men so fekk Valur eina 21-18 leiðslu og eftir tað sleptu valsmenn ikki leiðsluni.

 

Stóri spælarin hjá Vali var gamla landsliðshetjan og málverjin, Björgvin Páll Gústavsson sum bjargaði 19 atsóknum hjá Fram.

 

Vilhelm Poulsen hevði aftur ein góðan dyst fyri Fram í dag, og gjørdist hann toppskjútti í finaluni við níggju málum. Tvey av málunum komu uppá brotskøst. Rógvi Dal-Christiansen kom ikki á máltalvuna í dag.

 

Vilhelm skoraði samanlagt 21 mál í hálvfinaluni og í finaluni, ið er eitt megnar persónligt avrik hjá honum.