Eftir 14 mánaðar kanningararbeiði í málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, er heimið við Sloraveien 4 í Lørenskog framvegis týdningarmikið fyri norsku løgregluna.
Tá norska blaðið VG vendir sær til kanningarleiðaran, Tommy Brøske, er hann ikki serliga tíðindafróður.
Og tó.
Kanningarleiðarin svarar nøkrum spurningum, sum heimasíðan setir honum. Eitt nú vísir hann á, at løgreglan veit nógv meira í dag enn tey vistu, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018.
Hann vísir á, at eitt nú tulkingin av ókendu sporunum í heiminum hava givið løgregluni fleiri svar, og tað eru serliga spor av skógvi av merkinum Sprox, sum eru staðfest víða um í heiminum.
Hvat siga so Sprox-sporini tær?
- Tey eru traðkað á ein ávísan hátt og á støðum, sum siga okkum, at sporini eru stigin í samband við eina atgerð. Vit hava nú eina hugsan um rørslumynstrið í heiminum. Vit hava eisini okkara hugsan um, hvussu tann ella tey, sum hava tikið Anne-Elisabeth Hagen úr heiminum, komu inn í heimið, og hvussu tey komu útaftur, sigur Tommy Brøske, sum kortini ikki vil siga meira um hetta.
Eru hetta týðilig svar, sum tit hava – ella er hetta tykkara teori?
- Tá vit ikki við vissu vita, hvat er hent í heiminum, er hetta teori, sum tó byggir á 14 mánaðar langar kanningar, og vit halda okkum vita nógv meira nú enn áður, greiðir kanningarleiðarin frá.
Tommy Brøske sigur, at ein av fleiri hugsandi møguleikum er, at tað eru fleiri persónar, sum standa aftan fyri brotsverkið móti Anne-Elisabeth Hagen.
- Uttan at koma nærri inn á tað, er tað jú ymiskt fakta, sum vit byggja okkara metingar á. Vit hava sæð spor, sum benda á tilrættalegging av brotsverkinum aftur til summarið 2018. Vit kunnu tískil ikki útiloka, at talan kann vera um fleiri brotsmenn í málinum, sigur hann.
VG sigur seg hava fingið upplýst, at tað er ”kompleksiteturin” í gátuføra málinum, sum peikar á, at fleiri kunnu standa aftan fyri brotsverkið, har løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin.
Heimasíðan sigur seg eisini hava fingið upplýst, at ástøðið hjá løgregluni er, at í minsta lagi ein persónur hevur verið inni í heiminum – og at ein ella fleiri aðrir standa aftan fyri tilrættaleggingina við hóttanarbrævinum og kravinum um loysigjald í kryptovaluta.
Tommy Brøske sigur við VG, at serliga sporini kring málið um kryptovaluta hava verið og eru ógvuliga sentral í arbeiðnum hjá løgregluni at loysa málið.
- Vit hava áður sagt, at samskiftispallurin og sendingin av peningi í kryptovaluta eru fløkt, og ein áhugaverdur spurningur er, hvussu hevur slíkar førleikar. Hesi spor eru framhaldandi týdningarmikil í kanningararbeiðnum – uttan at vit vilja siga ítøkiliga, hvussu vit arbeiða við hesum.
Hvussu langt er løgreglan komin við at avdúka, hvør stendur aftan fyri krypto-uppsetingina?
- Hetta er, sum eg áður havi sagt, ein livandi og týdningarmikil partur av kanningararbeiðnum, sigur Tommy Brøske.
Eitt annað, sum kann peika á, at tað er meira enn tann eini brotsmaðurin í málinum, er, at í hóttanarbrævinum, sum lá í heiminum, eftir at Anne-Elisaneth Hagen var horvin, verður orðingin ”vit” brúkt…
Í brævinum verður hótt við, at lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen er í vanda, um familjan ikki rindar kravið um loysigjald á níggju miljónir evrur í kryptovaluta – ella slakar 70 miljónir krónur í okkara peningi.
Drápshóttanin í brævinum er helst fráboðað av fleiri persónum, tí í brævinum stendur: ”Vit vilja leggja út eitt filmsbrot við hennara seinastu minuttum…”
Men, kanningarleiðarin, Tommy Brøske, vil ikki gera viðmerkingar til orðingina ”vit” í hóttanarbrævinum.
Longu til jólar í 2018 – ella minni enn tveir mánaðir eftir, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin – slapp maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, aftur í húsini við Sloraveien 4. Kortini hevur løgreglan fleiri ferðir verið aftur í húsunum og gjørt nýggjar kanningar. Seinast var hin 19. desember í fjør, tá ljóðserfrøðingurin hjá norsku kriminalløgregluni, Truls Birkeland, gjørdi nýggjar kanningar.
Tommy Brøske sigur við VG, at nógvar av kanningunum hjá løgregluni hava givið svar, sum leiða til nýggjar spurningar, men hann leggur aftrat, at tað framvegis er nógv, sum løgreglan enn ikki hevur fingið svar uppá í heiminum í Lørenskog.
Hvørjar eru størstu gáturnar hjá løgregluni í heiminum við Sloraveien?
- Hesar snúgva seg nógv um lutirnar, sum lógu eftir í heiminum, sigur kanningarleiðarin og leggur aftrat, at spurningurin er eisini, hvør hevur skrivað hóttanarbrævið, og hvør hevur keypt ørkini og brævbjálvan.
Tommy Brøske setir eisini spurningin, hví stripsið lá, har tað lá í bústaðnum. Hvør hevur lagt tað eftir sær. Hvar er stripsið brúkt til, og hví varð tað lagt, har tað lá?
VG vísir á, at henda seinasta dag í oktober í 2018, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, lógu fleiri persónligir ognarlutir hjá henni frammi í heiminum.
Hví lógu hesir lutir har, og hvat sigur tað løgregluni?
Heimasíðan vísir á, at løgreglan hevur lagt eina nýggja ætlan fyri kanningararbeiðið í 2020, har eitt av høvuðsmálunum verður at finna líkið av ríkmanskonuni.
- Vit hava áður sagt, at tað er lítið hugsandi, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, og í dag halda vit tað ikki vera sannlíkt at finna hana á lívi. Nú verður farið í holt við eina meira aktiva leiting eftir henni, sigur Tommy Brøske við VG.