Vildu havt javnleikin

- Sjálvandi vildu vit havt javnleikin, men eg eri kortini nøgdur við dystin, segði ein flennandi Súni OIsen, beint sum dysturin móti Italia var av. Fáur mundi ivast í, at Súni hendan dagin var ein tann besti spælarin á føroyska liðnum, men spurdur, hvørt hetta var hansara besti dystur nakrantíð, vildi hann ikki geva eitt heilt greitt svar. – Nú havi eg spælt nokk so nógvar dystir, men hetta var avgjørt ein av teimum góðu. Tað er heilt sikkurt, helt Súni eftir dystin.