– Mamma, kom og spæl hitt kitlispælið, ljóðaði frá fýra ára gomlu dóttir Johnny eitt kvøldið, tá ið hon og mamman skuldu fara at spæla.
– Eg steðgaði tí rættiliga skjótt, tí eg sá, at tað ikki er eitt spæl, sum ein lítil genta skal spæla, sigur Johnny Viberg Olsen, sum hetta kvøldið fekk lívið endavent.
Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa samrøðu við mammuna.
Sosialurin hevur eisini stórt tema um bygging kring landið – bygging hjá tí almenna, hjá landinum og hjá kommunum. Tilsamans verður bygt fyri 11 milliardir krónur næstu fimm árini. Eisini tosar blaðið við hernaðarserfrøðing, sum sigur, at hann væntar fleiri russisk hernaðarflogfør um okkara leiðir í framtíðini.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið, hvat Barbara Holm, redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum, sigur um blaðið hesaferð.
Blaðið fæst í leysasølu kring landið – og kann eisini keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo