- Er tað bara fiskatilfeingið, sum skal vera ogn Føroya Fólks. Er vindur og vatn ikki eisini ogn Føroya Fólks.
Løgtingið hevur samtykt at leggja gjald á makrelfiskiskapin, so at tey, sum avreiða makrel í Føroyum skulu rinda 75 oyru í avgjaldi og tey, sum avreiða uttanlands, ella til útlendsk móttøkuskip, skulu rinda tvær krónur
í avgjaldi.
Men tá ið málið varð umrøtt í Løgtinginum reisti Jacob Vestergaard spurningin um tilfeingisgjald í víðastu merking og hann saknaði eitt orðaskifti um tað.
Landsstýrismaðurin vísti á, at í Føroyum hava vit ásett, at fiskiríkidømið undir Føroyum er ogn Føroya fólks.
Men skal tað bera vera fiskurin, sum skal vera ogn Føroya fólks, spurdi hann. Hann vísti á, at vit eiga eisini annað tilfeingi í Føroyum, sum nøkur fá fáa rættindini at troyta.
- Fara vit til Noregs er alt tilfeingi ogn fólksins og har rinda tey eisini tilfeingisgjald av vindorku og vatnorku.
Nú frættist eisini um stórar ætlanir um at gagnnýta vindorkuna. Men enn hevur ongin hevur reist spurningin um, hvør eigur vindin í Føroyum, ella um hann eisini skal vera ogn Føroya fólks, staðfestir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Men hann heldur, at tað hevði verið eitt áhugavert kjak at tikið upp beinanvegin so at tey, sum fara í holt við hesa vinnu, ikki um nøkur ár fáa at vita, at tey skulu rinda tilfeingisggjald av vindinum, tí tey fáa hann fyri einki.
Hann heldur, at aðalmálið má vera, at samfelagið og tey, sum eru í vinnuni, fáa nakað burtur úr og alla tíðina kunnu hava tey bestu vinnutólini, eisini tey, sum eru í tilfeingisvinnuni.