Tí hevur í langa tíð verið arbeitt við at gera sambýli til tey, sum nú búgva á Psykiatriska deplinum. Men Tórshavnar Kommuna hevur sagt, at áðrenn henda ætlan kann setast í verk, má landið gera heildarætlan fyri alt økið við Landssjúkrahúsið, og tí er Tórshavnar Kommuna ikki klár at geva byggiloyvi. Kommunan hevur heldur ikki annað stykki at vísa á. Aðrar kommunur hava harafturímóti bjóða stykki fram – onkur enntá ókeypis.
Grundað á hesa støðu ráðførdi eg meg, í juni mánaði, við bygginevndina, ið skal taka sær av ætlaðu byggingini. Í nevndini sita umboð fyri Almannamálaráðið, Sinnisbata, Psykiatriska depilin og Nærverkið. Á fundinum varð spurningurin um at byggja uttanfyri Havnina viðgjørdur.
Bygginevndin mælti til, at bygt varð í størri bygd ella býi við góðum ferðasambandi, og at góðir arbeiðsmøguleikar vóru hjá búfólkunum. Eisini var umráðandi at hava góðar skúlamøguleikar, møguleikar fyri rørslu og at bústovnurin varð bygdur so nær øðrum fólki sum til bar. Avgerðin um at kanna møguleikan at byggja í Sandavági er gjørd við støði í hesum tilmælinum.
Vágoyggin hevur øll hesi nevndu tilboðini. Við at byggja í Vágoynni, ber til at skapa ein vælvirkandi depil, við møguleika fyri at samskipa ymsu tilboðini. Annað tilmæli var eisini á borðinum, men helt eg sjálv at tað ikki livdi upp til tilráðingina, sum bygginevndin mælti til.
Eg eri ógvuliga hørm um, at umrøðan av málinum til tíðir hevur fingið eina heldur neiliga viðgerð. Ætlanin hevur ongantíð veri at tvangsflyta nakran til Vágarnar. Talan er um uppá longri sikt at veita eitt heildartilboð til sinnisveik.
Tey sinnisveiku, sum eru liðug við sína viðgerð á psykiatriska deplinum, og sum eru klár at verða flutt út í sosial psykiatriina fáa sjálvandi í boði at flyta.
Ætlanin um at byggja eitt sambýli í Havn, er ikki slept, men má tó bíða til byggiloyvi fyriliggur frá Tórshavnar kommunu. Ætlanin um at byggja sambýlið í Sandavági, hevur enn bert verið til hoyringar, og er tí ikki viðgjørt í politisku skipanini.
Ætlanin, ið eg arbeiði við, kann gera tað møguligt at geva teimum sinnisveiku og teimum menningartarnaðu hvør sítt verkstaðstilboð. At nú limir í samgonguni, alment, áðrenn politisku viðgerðina, geva til kennar, at ikki verður tikið undir við ætlanini, er sera óheppið. Hetta kann forða fyri, at viðurskiftini hjá sinnisveikum verða betrað í nærmastu framtíð, og kann somuleiðis verða orsøk til, at sinnisveik og menningartarnað framhaldandi verða noydd at vera á sama verkstaði, hóast tað als ikki er nøktandi.