Víkingur hevur nærum tryggjað sær fjórða plássið

Í yvirtíðini tryggjaði FC Suðuroy sær eitt týðandi stig í dystinum móti EB/Streymi

Savnsmynd

Víkingur tók eitt stórt fet nærri at tryggja sær týðandi fjórða plássið, ið gevur Víkingi atgongd til evropeiskan fótbólt, óannsæð hvussu tað gongur í steypafinaluni móti KÍ 31. oktober.

 

Víkingur legði seg á odda longu í sætta minuttinum í dystinum móti TB í Sarpugerði, tá Jákup Johansen legði Víking á odda 1-0. Aron Ellingsgaard hjá Víkingi fekk seinna gula kortið longu í 26. minutti, men heimaliðið megnaði væl og virðiliga at hóra undan, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Olaf Bárðarson til bæði 2-0 og 3-0.

 

Víkingur er nú við 41 stigum fimm stig frammanfyri B36 á fimta plássinum. Harumframt hevur Víkingur ein málmun, ið er níggju mál betri enn tann hjá B36, so tað skal ganga ræðuliga illa hjá Víkingi tvey tey seinastu umførini, tá teir møta FC Suðuroy á útivølli og HB á heimavølli. 

 

FC Suðuroy kom eitt fet nærri bjargingini, tá teir á heimavølli tryggjaðu sær javnleik 2-2 móti EB/Streymi við einum máli, ið Hunter Bell skoraði seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Búi Egilsson legði EB/Streym á odda beint undan steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Virgar Jónsson til 2-0. Tá sá myrkt út hjá FC Suðuroy, men í 76. minutti tendraði Alexander Holm Kilgour eina vón hjá FC Suðuroy, tá hann minkaði um munin til 1-2. Og í yvirtíðini gjørdist Hunter Bell stóra hetjan í sunnaru helvt av Suðuroynni.

 

FC Suðuroy hevur 15 stig, 07 Vestur hevur 13 stig, meðan TB er aftast við 12 stigum. FC Suðuroy kann við heimasigri á Víkingi í komandi umfarinum tak eitt stórt stig móti bjargingini. Í seinasta umfarinum hevur FC Suðuroy dyst á útivølli móti B36. 

 

Víkingur-TB 3-0 (1-0) 

 

1-0 Jákup Johansen (6.)

 

2-0 Olaf Bárðarson (54.)

 

3-0 Olaf Bárðarson (60.)

 

FC Suðuroy-EB/Streymur 2-2 (0-1)

 

0-1 Búi Egilsson (44.)

 

0-2 Virgar Jónsson (65.)

 

1-2 Alexander Holm Kilgour (76.) 

 

2-2 Hunter Bell (90.+)

 

Kelda: dystir.fo

 

 

 

NrLIÐSTDSVDJDTDMFMM
1.KÍ (vunnið FM)67252140821666
2.NSÍ60251933903060
3.HB58251843653530
4.Víkingur41251186382711
5.B363625106940382
6.EB/Streymur252567122652-26
7.B68242566133359-26
8.FC Suðuroy152543182565-40
9.07 Vestur132541203050-20
10.TB122526172481-57

 

 

 

Savnsmynd