Vil royna seg á hægri støði

Tað gjørdit um vikuskiftið greitt, at Vendsyssel FF ikki flytur upp í Superliguna á hesum sinni, og tískil halda føroyingarnir fram í næstbestu donsku deildini.


Um teir ikki skifta felag, væl at merkja. Brandur Hendriksson fer væntandi aftur til FCK eftir at leigusáttmálin gongur út, og nú avdúkar Hallur Hansson, at hann ætlar sær at royna seg á hægri støði.


- Eg havi ein langan sáttmála við felgið, men tað er ikki nakað loyndarmál, at eg gjarna vil royna meg av á hægri støði upp á eitt tíðspunkt, sigur hann í samrøðu við Nordjyske.


Frá 2012 og fram til byrjanina av 2014 spældi Hallur við AaB í Superliguni, har hann fekk seks dystir á besta liðnum.