– Soleiðis sum støðan er nú, skal SAS ikki fáa loyvi til at flúgva upp á Føroyar.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
Frí kapping plagdi annars at vera góður fólkaflokspolitikkur - og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at tað er tað eisini á loftferðsluøkinum.
Men hon stúrir fyri, at fær SAS loyvi at flúgva upp á Føroyar, soleiðis sum støðan er nú, verður talan ikki um eina javnbjóðis kapping, og hon heldur, at tað kann fáa óbótaligan skaða fyri føroyska flogvinnu, og fyri føroyska brúkaran.
– Lata vit SAS sleppa at flúgva upp á Føroyar nú, kann tað føra ti bíligari ferðaseðlar. Men tað kann verða okkum ein dýrt keyptur løtuvinningur, sigur tingkvinnan.
– Tí skal SAS ikki fáa loyvi til at flúgva upp á Føroyar, fyrrenn ymisk viðurskifti eru avgreidd fyrst, sigur hon
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at sum støðan er nú, sleppur Atlantsflog ikki at flúgva í ES, hóast landsstýrið hevur roynt at fáa hesi viðurskiftini í rættlag hesi seinastu 10 árini.
– Men nú skal eit flogfelag í ES, við einum pennastroki sleppa at flúgva hjá okkum. Hetta eru ikki javnir kappingarmøguleikar. Øll sleppa inn til okkum, men vit sleppa ikki inn til tey, sigur hon.
Tí sigur hon at SAS skal ikki sleppa at flúgva til Føroya, fyrrenn loftferðslupakkin hjá ES eisini er komin at fevna um Føroyar, so at Atlantsflog eisini hevur fullan rætt at flúgva í ES.
Hon sigur, at hesi bæði málini, altso flúgviloyvið til SAS og at Føroyar verða umfataðar av loftferðslupakkanum hjá ES, verða sett í gildið í senn.
Hon heldur eisini, at flúgviloyvið til SAS kann brúkast sum ein partur av samráðingunum fyri at fáa okkum upp í loftferðslupakkan hjá ES.
- Verða hesi bæði viðurskiftini ikki avgreidd samstundis, og fær SAS flúgviloyvi upp á Føroyar, uttan at vit sleppa upp í loftferðslupakkan hjá ES, verður kappingin so ójøvn, at tað kann fáa óbótaligan skaða fyri føroyska flogfelagið. Tað kann sostatt eisini fáa óbótaligan skaða fyri føroyska brúkaran, og føroyska samfelagið, tí Atlantsflog er eitt stór felag, við nógvari servitan og nógvum starvsfólki.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir eisini á, at ferðaseðlarnir eru vorðnir alsamt bíligari, og hon er sannførd um, at Atlantsflog fer eisini at klára at lækka prísirnir enn meiri, eisini hóast tað ikki verður í kapping við SAS.
TIngkvinnan staðfestir eisini, at í Føroyum býr ikki meiri enn útvið 50.000 fólk, og hon spyr um tað yvirhøvur pláss fyri tveimum flogfeløgum at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn.
– Tað kann vera, at ferðaseðlaprísirnir fara at lækka í fyrsta umfari, men spurningurin er, hvussu verður í longdini
Hon vísir á, at SAS hevur bæði danska, svenska og norska landskassan í rygginum, men Atlantsflog hevur klárað seg einsamalt.
Sleppur SAS at flúgva upp á Føroyar, kann tað tískil verða um ein spurning um lív ella deyð hjá Atlantsflogi, tí spurningurin er, hvussu leingi føroyski landskassin klárar kappingina móti danska, svenska og norska statskassanum, heldur hon.