Vil ikki viðurkenna valúrslitið

Sambært teirri almennu valnevndini tapti Julia Timosjenko forsetavalið í Ukraina um vikuskiftið, men hon sýtir fyri at viðurkenna ósigurin. Sambært russisku tíðindastovuni Interfax ætlar Julia Timosjenko at kæra úrslitið hjá valnevndini til Hægstarætt við kravi um eitt valumfar afturat.

-Eg fari ongantíð at viðurkenna Viktor Janukovitsjs sum sigursharra, sigur Timosjenko sambært blaðnum Ukrainskaja Pravda.

AP skrivar úr Kijev, at tá 99,44 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var Viktor Janukovitsj 3,2 prosentstig framman fyri Juliu Timosjenko.