Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur ongar viðmerkingar til úrslitið av kanningini, har Kappingareftirlitið hevur kannað prísin á olju í Føroyum.
Niðurstøðan er, at hesi seinastu árini eru oljufeløgini farin at taka sær nógv størri vinning, enn tey gjørdu frammanundan og tí vildi Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við málið.
Oljufeløgini eru als ikki samd og halda, at kanningin er ikki eftirfarandi.
Poul Michelsen heldur at tað er skeivt av honum at døma um, hvussu álítandi kanningin hjá Kappingareftirlitinum er.
Men hann staðfestir kortini, at tað eru tvey stór oljufeløg, sum hava eina ráðandi marknaðarstøðu í Føroyum.
- Hetta kann avmarka kappingina, og størri kapping á oljumarknaðinum kundi verið ein fyrimunur bæði fyri samfelag og brúkara.
Men hann vísir á, at Kappingareftirlitið kann ikki seta oljufeløgunum, uttan so, at tey hava brotið kappingarlógina. Endamálið við kanningin hjá Kappingareftirlitinum var at lýsa støðuna og tí eru ongar løgfrøðiligar metingar av, um kapppingarlógin er brotin.
Hinvegin hevur Kappingarráðið eisini gjørt av at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa onnur fram oljumarknaðinum í Føroyum.
Men Poul Michelsen sigur, at verður niðurstøðan, at Kappingareftirlitið fer at seta oljufeløgunum krøv, eitt nú forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum, ella tí mett verður, at tey misnýta sína ráðandi støðu, fer hann ikki at leggja meg út í tað.
Í slíkum málum er Kappingareftirlitið ein stovnur, sum er óheftur av landsstýrismanninum, sigur hann
Men hann sigur, at talan kann hinvegin eisini vera um at seta onnur tiltøk í verk, hóast lógin ikki er brotin. Tað kunnu vera tiltøk, sum mett verður, eiga at verða sett í verk og sum krevja politiskar avgerðir.
Men fyrrenn Kappingareftirlitið hevur gjørt allar sínar kanningar, og er liðugt við sítt arbeiði, fer Poul Michelsen ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, sigur hann.