Anders Behring Breivik sigur við løgregluna, at hann hevur fingið hjálp at útvega útgerð til ræðuligu terrorálopini, men vil ikki siga frá hvørjum.
Tað skrivar VG í morgun.
Spurningurin um hjálparmenn er tann týdningarmesti hjá løgregluni at fáa greiði á, eftir at Anders Nehring Breivik sjálvur hevur viðgingið at framt álopini í Oslo og Utøya.
Breivik hevur áður sagt, at hann hevur veirð einsamallur um tey bæði álopini, og nú noktar hann fyri at svara upp á, hvørja hjálp hann hevur fingið. Tað merkir, at enn er ógreitt, um nakar framman undan visti, hvat Breivik hevði í kvittanum.
Undir avhoyring í dag varð hann fleiri ferðir spurdur, um nakar hevði hjálpt honum, men hann noktaði fyri at svara, sigur Geir Lippestad við VG.
Avhoyringarnar í gjár fóru fram í heilar tíggju tímar og har kom fram, at Breivik hevur vitjað í umleið 20 londum í sambandi við fyrireikingarnar til terrorálopini.
Hann upplýsti, at hann hevur hitt fólk og savnað útgerð á ferðunum. Fleiri fólk skulu hava hjálpt honum at útvega útgerð, sigur Geir Lippestad.
Meginparturin av útgerðini, hann brúkti í álopinum móti stjórnarbygningunum í Oslo og á Utøya er fingin til vega uttan fyri Noregi.
Hesar upplýsingar eru eisini áhugaverdar fyri løgregluna í fleiri londum.
Breivik noktar fyri at svara upp á spurningar um hjálparmenn fyrr enn krav hansara um nýggja samfelagsskipan í Noregi er gingi á møti. Hann sør seg sjálvan sum ein sentralan figur, samstundis sum stjórnin, verjuovastin og kongurin mugu fara frá.