Vil ikki povokera politikarar

Hóast Kringvarpið hevur hótt við at skerja Dag og Viku og aðrar sendingar, ið eru vørumerkini hjá Kringvarpinum, so vónar Annika Mittún Mortensen, at tað ikki er ein provokatión ímóti politikarunum

Í gjár var kunnandi fundur í Sortudíki um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpinum. Har kom millum annað fram, at um Kringvarpið ikki fær fleiri inntøkur, so er møguleiki fyri, at tey skerja sendingar sum 3-2 og Dag og Viku burtur.

- Eg vóni ikki, at tað verður uppfatað sum ein provokatión. Tað er bara eitt av fleiri møguleikum, um vit ikki fáa meira pening at arbeiða við, men tað er ikki nakað vit, at vit skulu nýta Dag og Viku sum trumf fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sigur Annika Mittún Jacobsen. Hon leggur afturat, at 3-2 og Dagur og Vika eru sendingarnar, ið kosta mest at gera, og tí er tað nærliggjandi at hugsað um tær.


Lønarhækkingar og inntøkustopp

Annika Mittún Jacobsen vísir eisini á, at lønarhækkingar hava verið seinastu árini, samstundis sum lønarútreiðslurnar bara eru hækkaðar.

- Lønarútreiðslurnar hjá Kringvarpinum eru bara hækkaðar seinastu árini, og tað er prísvøksturin í landinum sum heild eisini. Í veruleikanum er Kringvarpsgjaldið lægri í dag, enn tað var fyri fýra árum síðani, tí alt annað er dýrkað eisini, fortelur kringvarpsstjórin.


Mangla fimm milliónir

Sambært Anniku Mittún Jacobsen, liggur inntøkan av kringvarpsgjaldinum um 40 milliónir, og tí metir hon tað vera nógvar pengar, ið resta í, tá fimm milliónir mangla.

- Lønarútreiðslurnar hjá okkum liggja omanfyri 70 prosent av útreiðslunum. Tað er omanfyri tær 40 milliónirnar vit fáa í kringvarpsgjaldið. Restin av inntøkunum koma frá lýsingum og inntøkunum frá eydnuspølunum, og upphæddina av teimum vita vit ongantíð frammanundan. Tí er tað ikki so lætt hjá okkum at vita, hvussu nógvan pening vit hava, greiðir stjórin í Kringvarpinum frá.


Hava verið optimistar

Hon greiðir samstundis frá, at tey hava verið optimistar og tí hava tey víðka um virksemi, hóast tey vóru greið yvir, at tað fyrr hava verið trupulleikar við at fáa tað fíggjarliga hjá Kringvarpinum at hanga saman.

- Tá eg byrjaði sum stjóri, lá tað í kortunum, at kringvarpsgjaldið skuldi gjaldast yvir skattin, og tað var har vit vónaðu at ein loysn fór at finnast. Nú arbeiða politikararnir eisini við onkrum so kanska vit kundu havt bíðað við at kunnað starvsfólkini, men tað hava vit valt at gera, og tí koma tíðindini sjálvandi út til almenningin, sigur kringvarpsstjórin. Hon metir eisini, at tað hevði verið rættast at gjalda kringvarpsgjald yvir skattin, soleiðis, at tey, ið vinna nógvan pening gjalda ein størri part av kringvarpsgjaldinum.


Klára ikki public service

Annika Mittún Jacobsen metir eisini, at tey sum er, ikki megna at uppfylla sínar public service skyldur. Men at tað er ein náttúrlig orsøk til tess.

- Public service er so øgiliga nógv. Vit skulu røkka so øgiliga nógv, um vit skulu klára at røkja okkara public service skyldur. Tað klára vit ikki við verandi fíggjarligum karmum. Skuldi mann samanborið við nakað, so kundi tað verið í Danmark, har DR fær umleið tríggjar milliardir krónur. Taka vit so ein faktor 100, so skuldu vit havt 300 milliónir, sigur kringvarpsstjórin. Sum vónar, at ein loysn verður funnin, soleiðis at kringvarpið kann vera ein savnandi miðil fyri føroyingar í tíðunum, ið nú standa fyri framman.


Søkja eftir journalisti

Samstundis sum Kringvarpið greiðir frá, at teimum mangla fimm milliónir, fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, so søkja tey eftir journalisti til Dag og Viku, sum tey hava hótt við at spara burtur. Her er Annika Mittún Jacobsen eisini optimist.

- Vit fara ikki at steðga øllum arbeiðið, tí tað ikki sær so gott út fíggjarliga. Vit liva enn í vónini um, at ein loysn verður funnin, og tað manglar ein journalistur, so vit fara at seta ein journalist afturat, greiðir kringvarpsstjórin frá.


Hava rationaliserað

- Í dag hava vit seks deildarleiðarar, í mun til átta áðrenn. Tað hevur givið okkum eitt sindur av sparingum, við tað, at bert tríggir av gomlu deildarleiðarunum enn eru í Kringvarpinum, og teir, ið eru eftir, hava fingið eitt lønarstopp, samstundis sum leiðaratilleggið er tikið frá teimum, greiðir Annika Mittún Jacobsen frá. Hon leggur afturat, at tey í dag eru munandi færri fólk, enn tey hava verið. Góð 90 fólk í mun til eini 110 frammanundan.

- Men mann má eisini minnast til, at tað tekur tíð, áðrenn rationaliseringarnar veruliga síggjast, tí tað er ein stórur stovnur, og tað tekur tíð, áðrenn veruligur munur sæst, greiðir kringvarpsstjórin frá.


Kanning vælkomin

Preben Jensen, stjóri á útvarpsstøðini, Lindin, metir, at ein uttanhýsis kanning skuldi verið gjørd av Kringvarpinum fyri at kanna, um Kringvarpið veruliga arbeiðir so effektivt, sum tey kunnu. Hesari kanning býðir Annika Mittún Jacobsen vælkomnari.

- Vit sóu, hvat hendi við Landssjúkrahúsinum. Úrslitið vísir helst, at vit hava alt ov lítið av peningi, so tann kanningin er meira enn vælkomin, sigur kringvarpsstjórin. Sum harvið, er vís í, at kringvarpið í veruleikanum hevur tørv á nógv meiri peningi, um mann ynskir ein almennan public service miðil.