Maðurin, sum skjeyt ein bussførara og tók ein seks ára gamlan drong við sær niður í eitt bumbuskýli í amerikanska statinum Alabama, sýtir framvegis fyri at lata drongin leysan og at geva seg yvir til myndugleikarnar.
Løgreglan segði á tíðindafundi í nátt, at hon hevur samband við mannin ígjøgnum eitt rør, og at drongurin hevur fingið heilivág og bløð ígjøgnum rørið. Sum skilst líður drongurin av Aspargers og ADHD.
Myndugleikarnir hava ikki nevnt mannin við navni, men fjølmiðlarnir siga, at talan er um tann 65 ára gamla Jimmy Lee Dykes. Sambært fjølmiðlunum skuldi hann møta í rættinum, tí hann var skuldsettur fyri at hava skotið eftir einum granna, men ístaðin fyri fór hann í ein skúlabuss, skjeyt føraran og tók tann seks ára gamla drongin við sær.
Fox News sigur, at alvápnaðir løgreglumenn og hermenn (myndin) hava kringsett økið kring bumbuskýlið.