Vil ikki hava Ísland upp í ES

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sigur við íslendska Fréttablaðið, at hann vónar ikki, at Ísland fer upp í Evropasamveldið.

-Sjálvandi vóna vit ikki, at Ísland fer upp í ES. Vit hava framvegis eina vón um, at tað hendir ikki, hóast støðan í løtuni bendir hinvegin, sigur Høgni Hoydal við blaðið.

Formaðurin í Tjóðveldi sigur við Fréttablaðið, at eftir hansara tykki eiga londini í Norðuratlantshavi at standa saman og at gera eina felags avtalu við ES.

Høgni Hoydal sigur, at londini í Norðuratlantshavi hava stórt náttúruríkidømi og hava felags áhugamál mótvegis Evropa.