Vil heldur hava fróðskaparsetur í Havn enn tunnil á bygd

Brúka heldur 250 milliónir upp á at gera eitt universitet í Havn enn upp á at gera ein tunnil á bygd.

Hetta er áheitanin frá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn á samgonguna, nú fíggjarlógin er til viðgerðar í Løgtinginum.

Borgarstjórin staðfestir, at tað er hetta, vit hava brúk fyri, skal føroyska samfelagið hóra undan.

Hann vísir á, at nú eru meiri enn 25 ár síðani, at Tórshavnar Býráð læt Fróðskaparsetrinum eitt stórt grundstykki til universitet og skal farast undir at menna føroyska samfelagið, mælir hann til, at landsins myndugleikar byrja við at byggja universitetið.

Hann vísir á, at bæði høvuðstaðurin og samfelagið alt er í kreppu við minkandi fólkatalið og at tað verður tungt at venda gongdini.

- Høvuðsstaðurin bløðir, og tað kann samfelagið ikki liva við, sigur Heðin Mortensen og tí vil hann hava eina ítøkiliga ætlan frá samgonguni fyri, hvussu ætlanin er at menna høvuðsstaðin.

Hann vísir á, at í nýggjársrøðu síni nevndi løgmaður at samgongan raðfestir gransking og hægri útbúgving.

Men tað heldur hann, at vit síggja ikki nógv til.

Hann mælir samgonguni til at hyggja, hvussu tey gera í Reykjavík, á Akureyri, í Tromsø og í Aalborg.

Har gera tey stórar íløgur í altjóða universitet og gransking, og úrslitið er ikki bert stórur fólkavøkstur, men eisini stórur búskaparvøkstur.

- Hvat gera tit her? Okkara Fróðskaparsetur liggur spjatt runt í Havn – og skjótt eisini kring alt landið – ið smáum og vánaligum hølum, sigur borgarstjórin í Havn.