Vil heldur enn fegin hava eitt føroyskt fátækramark

FÁTÆKRAMARK Landsstýriskvinnan í almannamálum vil hava eitt føroyskt fátækramark, men enn er arbeiðið ikki komið langt

- Eg haldi, tað hevur stóran týdning at vit fáa eitt alment, føroyskt fátækramark.
Tað ger Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, greitt.
Hetta skal vera eitt fátækramark sum ásetir, hvussu nógv eitt fólk í minsta lagi skal hava av pengum fyri at kunna liva eitt virðiligt lív.
Jenis av Rana, løgtingsmaður hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu gongur at fremja tað, Løgtingið samtykti fyri einum heilum ári síðani um at áseta eitt føroyskt fátækramark.
Tað var Miðflokkurin, sum legði uppskotið fram, sum fekk dygga undirtøku í tinginum.
Í tí sambandi heitti Løgtingið á landsstýrið um at seta ein arbeiðsbólk av serkønum at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig livikor.
Tá ið tað er útgreinað, skal landsstýrið leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at áseta eitt fátækramark.
Spurningurin um eitt føroyskt fátækramark er gamal í Føroyum og bæði fakfeløg, áhugafeløg og onnur hava fleiri ferðir heitt á politiska myndugleikan um at fáa eitt føroyskt fátækramark.

Neyðugt at seta mark
Annika Olsen ásannar, at tað er neyðugt at fáa eitt formligt mark fyri, hvat krevst í minsta lagi fyri at yvirliva í Føroyum.
Men hon sigur, at í Almannamálaráðnum er ivi um, hvussu orðingin um eitt sámiligt lív skal skiljast.
- Umsitingin heldur, at hetta er eitt mark, sum eigur at verða ásett politiskt, men tað er ikki viðgjørt.
Hon staðfestir samstundis, at tá ið Løgtingið samtykti, at arbeiðið at áseta eitt fátækramark, vórðu ongir pengar játtaðir til endamálið.
- Tískil skal arbeiðið gerast í teimum fíggjarkarmum og við teirri arbeiðsorku, sum er í Almannamálaráðnum frammanundan.
- Og tað verður tórført, tí har liggja nógvar stórar uppgávur og bíða.
Kortini hevur hon viðgjørt spurningin gjølliga í Almannamálaráðnum, eisini hvussu orðingin um eitt sámuligt lív skal skiljast.
- Hóast vit hava avmarkaða orku, havi eg sett alt til fyri at fáa hetta arbeiðið gjørt og vit eru komin nakað áleiðis við ymsum kanningum.
Hinvegin heldur hon, at tað kann verða tórført at áseta eitt fátækramark og hon heldur ikki, at tað er rætt at tey í Almannamálaráðið skulu eiga alla arbeiðsbyrðuna einsamøll.
Eitt nú kundi tað hugsast, at Hagstovan skal við í arbeiðið at gera ymsar útgreiningar.
Sirið Stenberg úr Tjóðveldi vísir á, hvussu stóran týdning tað hevur eitt áseta eitt fátækramark, serstakliga tá ið nýggjar upphæddir skulu ásetast fyri, hvussu nógv fólk skulu hava í almannahjálp.

Virða Løgtingið
Jenis av Rana vísti á, at upphæddin í forsorgarlógini er ikki hækka í 13 ár, hóast prísurin á mati og øðrum gerandisvørum er hækkaður eini 25% hesi árini.
Annika Olsen staðfestir samstundis, at tað hevur stóran týdning, at markið verður so rætt, sum gjørligt.
- Eitt fátækramark, sum er skeivt ásett, er rættiliga vandamikið, tí tað er kann vera ein falskur tryggleiki.
Hon vísir á eitt húski við góðari løn, men har húsini eru so dýr, at tey eru ógvuliga hart fyrispent.
- Hetta verður neyvan mett at vera fátøk fólk, hóast tey hava eitt ómetaliga tungt hús, sigur hon.
Landsstýriskvinnan leggur afturat, at skal eitt fátækramark ásetast, verður helst eisini neyðugt við eini afturvendandi játtan til at kanna prísir og livikostnað javnan, so at fátækramarkið kann dagførast so hvørt.
Hon sigur, at nú fer hon at leggja málið fyri landsstýrið fyri at fáa kanna eftir, hvat samgongan er sinnað at gera.
Men hon heldur, at tað er sjálvsagt, at samgongan virðir Løgtingsins vilja um at eitt fátækramark skal ásetast.
Tí vónar hon eisini at hon fær eina játtan til endamálið, so at arbeiðið kann gerast liðugt.
Løgtingslimir í andstøðu hava ført fram, at í roynd og veru er samgongan als ikki sinnað at áseta eitt fátækramark, tí tað fer at binda samgonguna til at hækka fleiri veitingar?
- Tað er heilt burturvið. Eg vil heldur enn fegin hava eitt fátækramark, tí so fáa vit eina ábending um, hvussu stórar ymsar stuðulsupphæddir skulu vera, sigur landsstýriskvinnan.

Fleiri mørk

Fleiri royndir eru gjørdar at áseta meiri ella minni almenn fátækramørk.
ES hevur ásett, at hevur eitt húski minni enn 60 % í inntøku enn miðalinntøkan ananrs er, livir familjan í lutfalsligum fátækradømi.
Hinvegin hevur OECD markið til 50 % av miðalinntøkuni í landinum.
Í Danmark hava halda tey, at eitt húski er fátækt, tá ið tað ikki hevur ráð til:
- senda børnini til ítrótt
- halda føðingardag,
- eiga teldu, internet, sjónvarp ella fartelelefon.
- Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, staðfestir, sviar hava staðfest, at ein stakur skal hava minst 3. 100 danskar krónur um mánaðin tilutreiðslur til persónligan tørv, telefon og kringvarp.
Men so er spurningurin, hvussu prísstøðið er í Svøríki aftur ímóti í Føroyum.
Í forsorgarlógini í Føroyum er upphæddin til persónligan tørv hjá støkum góðar 4.100 krónur, umframt fastar útreiðslur til kringvarp, telefon og annað.

Onki greitt mark
Í Føroyum er ikki nøkur greið fatan av, hvat fátækradømi er, men í kjakinum hevur m.a. verið spurt, um eitt húski ikki livir í fátækradømi

- tá ið ráð ikki eru til egin sethús?
- tá ið ráð ikki eru til televarpið ella internet?
- tá ið ráð ikki eru til at keypa nýggj klæði?
- tá ið ráð ikki eru at fara til tannlæknan?
- tá ið ráð ikki eru at halda barnaføðingardagar ella jólaaftan?
- tá ið ráð ikki eru til at lata børnini hava frítíðarítriv, sum kosta pening?
- tá ið ráð ikki eru til heitan mat hvønn dag.