Almenn umsiting
Suðuroy: Hergeir Nielsen, løgtingsmaðir, vil nú hava landsstýrið at kanna, um nakrir fyrimunir høvdu verið við at flutt umsitingina av Smyrli av Strandferðsluni í Havn, til Suðuroyar.
Ì løgtinginum fer hann nú at spyrja Bjarna Djurholm. landsstýrismann í samferðslumálum, um hann sær nakrar verkligar og fíggjarligar fyrimunir í at flyta umsitingina av Smyrli nærri brúkarunum í Suðuroynni?
Hann spyr eisini landsstýrismannin, hvussu nógv starvsfólk eru knýtt at Smyrli, bæði á sjógvi og á landi og hann vil eisini hava at vita, hvussu stórur partur av samlaðu lønarútreiðslunum hjá Strandferðsluni, fara til at umsita Smyril, bæði á sjógvi og á landi.
Hann vísir á, at umframt at verða størsta ferðamannskipið hjá Strandferðsluni, er hann eisini lívæðrin hjá suðuroyingum á samferðsluøkinum.
Hann minnir eisini á, at í 1996 varð annað suðuroyarskipið, Teistin, selt, uttan orð ella tal, sum hann tekur til.
? Eftir tað lá suðuroyarleiðin í svartasta vónloysi til farið varð undir at dagføra hana, so skjótt sum samgongan tók við í 1998.
Hann sigur, at fleiri ábøtur eru framdar, eitt nú við at túratalið er hækkað upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni.
Og tá ið nýggi Smyril kemur, verður tað enn eitt stórt framstig.
Er vaksið 44% upp á fimm ár
Hergeir Nielsen sigur, at Roknskapurin hjá Strandferðsluni vísir, at lønarútreiðslurnar eru vaksnar heili 44% tey fimm árini, Bjarni Djurholm hevur umsitið stovnin.
Hesi seinastu árini hava lønarútreiðslurnar hjá Strandferðsluni verið hesar:
1998: 50 mió.kr.
1999: 54 mió.kr.
2000: 62 mió.kr.
2001: 69 mió.kr.
2002: 72 mió.kr.
Løgtingsmaðurin sigur, at eftir fíggjarlógini at døma, eru 180 fulltíðarstørv á Strandferðsluni. Og tá ið tey forvinna tilsamans 72 milliónir um árið, er tað sostatt talan um eina løn upp á 400.000 krónur í meðal fyri hvørt fulltíðarstarv.
Hann sigur, at harafturat vísir roknskapurin, at sjálvur Smyril kostar 16,1 milliónir krónur í lønum um árið
? Hetta svarar til áleið 40 starvsfólk við eini ársløn upp á 400.000 krónur í meðal, ella til 50 starvsfólk við eini ársløn upp á 320.000 kr. í meðal.
Hinvegin kostar felags fyrisitingin á landi, sum eisini umsitur Smyril, 24,3 milliónir krónur. Av teimum fara 13 milliónir til lønir.
Hergeir Nielsen minnir eisini á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at ?miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið".
Samstundis er gjørt av, at nýggi Smyril verður skrásettur í Trongisvági.
Hann sigur, at sostatt er tað almenni hugburðurin, at almenn starvsfólk skulu flytast út í útjaðaran, saman við nýggja Smyrli.
Og tí spyr hann Bjarna Djurholm um vilji er til at flyta eitt munandi tal av almennum størvum til Suðuroyar at umsita nýggja Smyril, har hann verður skrásettur.
Hergeir Nielsen vísir eisini á, at nú er siglingin um Vestmannasund inn á Skálafjørðin, hildin uppat.
Tá ið koyrandi verður undir Lorvíksfirði, heldur eisini tann siglingin uppat.
? Tá er tað ikki annað enn rímiligt, at umsitingin hjá Strandferðsluni, ið tá verður eftir, verður løgd saman við umsitingini í Suðuroy,sigur Hergeir Nielsen.










