Vil hava Stoltenberg at vitna

Radovan Karadzic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í gamla Jugoslavia, vil nú hava fyrrverandi norska uttanríkisráðharran Thorvald Stoltenberg at hjálpa sær.

Thorvald Stoltenberg var friðarsemingsmaður á Balkan frá 1993 til 1995, og tá hittust teir báðir fleiri ferðir. Nú hevur Karadzic (myndin) sent norsku sendistovuni í Niðurlondum eitt bræv, og sendistovan hevur so sent tað til Noregs. Í brævinum skrivar serbin, at hann umhugsar at kalla Stoltenberg inn sum vitni, tá hansara mál kemur fyri krígsbrotsmannadómstólin.

Men Thorvald Stoltenberg fer ikki til Haag at vitna.

-Eg havi sagt tað sama, sum eg segði, tá Milosevic var í rættinum, at eg havi givið dómstólinum í Haag mína frágreiðing, og hesa støðu havi eg framvegis, sigur fyrrverandi friðarsemingsmaðurin við blaðið VG.

Men Karadzic gevst ikki so, tí sambært norska blaðnum hevur hann nú biðið dómstólin í Haag stevna Thorvald Stoltenberg fyri at fáa hann til Haag.