Bergur Debes Joensen, sóknarprestur
Lítil ivi er um at Jústinus Leivsson Eidesgaard í Sosialinum frá 14. september umboðar eina smalri kirkju, enn eg sjálvur.
Eg havi somu støðu til prestaembætið, eg havi havt. Eg standi við báðum beinum á Bíbliunnar og játtaninar grund. Og eg haldi meg til tann rætt, eg havi sum prestur sambært teimum lógum og reglum, sum er galdandi fyri okkara kirkju.
Einki er broytt við mær uttan tað, at fólk nú kanska hoyra fyri fyrstu ferð, at kirkjuliga lóggávan tekur hædd fyri samvitskufrælsi fyri allar prestar og biskupin í kirkju okkara.
Eg vil halda meg til lógina, sum bæði loyvir kvinnum og uppafturgiftum at vera prestar, men eisini teimum at vera prestar, sum kundu hildið nakað annað. Slíkum sum mær.
Lógin heimilar presti at hava rætt til ta støðu, kirkjan altíð hevur havt, at ábygdin fyri læru kirkjunnar hoyrir manni til, sum er skikkaður til tess. Lógin heimilar eisini presti rættin til ikki at gifta aftur, har annar ella bæði eru sundurlisin.
Tað nýggja fyri fólki er nú bara hetta, at allir fólkakirkjunnar prestar kunnu sambært lógina verða stillaðir upp til bispaembæti. Marjum Bæk eins væl og Bergur Debes Joensen. Og tað nýggja er, at bæði Marjun og Bergur hava eina lóg, vit skulu halda okkum til, vera vit biskupar, at tann verður vígdur og innsettur prestur, sum kirkjuráðini hava innstillað.
Eg haldi at kirkjuliga lóggávan er skilagóð, og tekur væl hædd fyri frælsinum hjá einum presti at gera eftir síni sannføring og samvitsku. Lógin sigur, at kvinnur og menn kunnu gerast prestur eins væl og biskupur, og tað uttan at nakar skal gera nakað ímóti tí, nakar stendur fyri. Í lógina er hugsað júst hetta, sum er so avgerandi fyri ein orðsins tænara, at hann kann roynast sannur og trúgvur.
Eg havi boðað frá, hvat eg geri, veri eg valdur biskupur. Og eg haldi, at loysnin í lógini viðvíkjandi rættindum og skildum biskups frá 1948 hevur eina góða loysn, sum skapar tiltrongdan arbeiðsfrið, og sum heldur saman uppá kirkjuna. Eg haldi, at føroysk orðaða lógin, skal ganga báðar vegir, eisini um tað er onkur prestur, sum av samvitskugrundum heldur vil fáa umsjón frá øðrum enn sitandi biskupi.
Kvinnur eins og uppafturgift gerast prestar sum áður. Kvinnur eins og uppafturgift kunnu kenna seg tryggan í hesi kirkju. Og tað hava tey alla orsøk til, tí lógin verjir tey. Eins og lógin verjir hini.
Jústines Leivsson Eidesgaard tykist avmarka tað kirkjuskipan, vit hava. Í Sosialinum kallar hann at gifta uppaftur fyri at gera ”skitna arbeiðið”. Skiljið hvør, sum skilja vil.
Eg havi ongantíð hvørki privat ella alment kallað uppafturgiftu fyri skitið arbeiði, og eg havi einki gjørt fyri at noktað sundurlisnum rættin tey hava, at lata seg gifta uppaftur í kirkju.
Eg havi heldur ikki privat ella alment kallað tænastuna hjá kvinnuligum prestum nakað líknandi. Eg eri heldur sannførdur um, og havi manga sagt tað, at vit hava tørv á kvinnuni í kirkju okkara. Tað kundi verið kirkjuni til gagns at helvtin av lønta starvsfólkunum kirkjunnar var kvinnur. Tær gera eitt minst líka gott arbeiði sum menn eisini í boðandi arbeiði, men ábygdin fyri læruni og sjálvur lærargerningurin hoyrir eftir míni sannføring manninum til.
Í eini kirkju har bara menn eru, hevur kirkjan læru men kann mangla umsorgan, og í eíni kirkju, har bara kvinnur eru, hevur kirkjan lív men kann tørva umsorgan. Vit menn og kvinnur eru ikki bara líkasum skapt hvør til annan, vit eru skapt hvør til annan – í hjúnalagnum, í samfelagnum og í kirkjuni. Eingin er meiri ella minni ein nakar annar, men kynini eru líka í virði og evnum. Men, og hetta er tað, sum skilir partarnar, læruni hevur maðurin ábygd fyri. Soleiðs lærir Skiftin, soleiðis hevur verði lært upp gjøgnum kirkjusøgun, soleiðis lærdi Luther, og soleiðis læra flestu kristnu i heiminum í dag.
Eg havi ta sannføring, at kirkjan skal taka sær væl av øllum sínum limum. Øll skulu kenna seg vælkomin í kirkjuna, hvørji tey so eru, og hvør støða teirra so er. Um ein prestur ikki fevnir øll menniskju og alt slag av menniskjum, ger hann ikki eftir tí, honum er álagt í prestalyftinum eins og Kristi sjálvum. Men fevnir ein prestur øll, so góðtekur hann ikki alt. Eingin góðtekur alt.
Eg góðtaki at vera í eini kirkju, har onnur sjónarmið eru, enn mítt egna, meðan Jústinus og mong við honum ikki tykjast góðtaka hesa kirkju, men vilja í kærleikans navni smalka hesa kirkju. Nú skal ikki vera loyvt ávísum prestum rætt til embæti í kirkju okkara, sum teimum við lóg er givið, og tað vegna sjónarmið, sum teir fingið frá tí orði, sum kirkjunnar harri, Jesusi Kristi, sjálvur hevur talað.
Tann breidd, tann javnstøða, tann toleransa, sum er innbygd í okkara kirkjuskipan, standi eg fyri, og vil eg stríðast fyri. Eg vil av sonnum hava eina rúmliga kirkju. Eina kirkja, har kvinnur eins og uppafturgift kunnu gerast prestar og biskupur, men eisini eini kirkju, har prestar og biskup kunnu meina nakað annað hesum viðvíkjandi. Ein kirkja har rættur hins einstaka prests og biskup verður vardur at hava ”trúfrælsi” í egnari kirkju.
Tað, Jústinus sigur, at teir prestar gera so lítið til nyttu, sum ikki gifta uppaftur, í mun til hinar sum gifta uppaftur, er óneyðgt at viðmerkja. Eg vil heldur ikki koma inn á, hvørji prestar elska menniskju mest, og hevur tekur sær best av tí tørvi, menniskju hava í lívi og í samlívi.
Hevur Jústinus kanska atgongd til kalendarar hjá prestum okkara, hvat teir gera til nyttu? Ella hevur Jústinus gjørt kanningararbeiði, hvør sýnir umsorgan og kærleika, og hvør ikki.
Hevði ikki torað at dømt í hesum málum. Dómurin hoyrir Gudi til. Nei, heldur eru slíkir tankar, Jústinesus orðar, tankar hjá teimum, sum hava ilt av teirri breidd, kirkjan hevur fingið, og tað við lóg! Sanniliga í rættindum presta og biskups ganga politikkara og dómarar á odda. Hesir kunnu hava betri vit og skil enn hann og hon, sum fær eitt innskot nú og annað tá, sum letur seg draga við einum stemningi nú, og øðrum tá.
Verður breiddin varðveitt á grundarlagnum í okkara fólkakirkju, og verður rættur presta og bikups tryggjaður at boða og virka samsvarandi Skriftini og játtanini, hevur kirkja okkara eina góða framtíð.
Eg vil standa við báðum beinum á Bíbliuni og á játtanini, og eg veit, at okkara kirkja eina og allar tær protestantisku sóu dagsins ljós, júst tí ein munkur segði seg í síni samvitsku vera bundan til Skriftin og Skriftina eina.
Eg skilji sára væl tey menniskju, sum ikki eru so breið, sum eg omanfyri havi orðað. Men vit eiga øll at hugsa okkum sera væl um, tá ið vit um okkum siga tolerant, men um onnur intolerant; um okkum demokratisk, men um onnur ódemokratisk, og um okkum góð, men onnur ónd. Tí í djúpt í okkum sjálvum eru vit sambært Guds orði øll líka intolerant, ódemokratisk og ónd og tørva Guds náði. Tí er okkum tørvur á gleðiboðskapinum um Jesus Krist og eini væl gjøgnumhugsaðari lóggávu – eisini á kirkjuliga økinum!