Jákup Mikkelsen vil hava Rituna aftur í sigling sum skjótast, tí hon er lívæðrin hjá fugloyingum og svínoyingum, ikki minst nú arbeiðspláss aftur er í Svínoy. Tað eru ikki bert eigararnir av smoltstøðini í Svínoy, sum fílast á, at útlitini fyri at Ritan kemur at liggja leingi, eru stór.
Bogi Jacobsen, sum er eigari av smoltstøðini í Svínoy, segði fyrr í dag við portalin, at, at ber ikki til at líta á trygt samband út til Svínoyar, mugu teir taka hetta til eftirtektar, og kanska enntá umhugsa at flyta smoltstøðina inn á fastlandið.
Nú leggur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, seg eisini út í kjakið.
- Ritan er lívæðrin hjá fugloyingum og svínoyingum. Tað ber ikki til at seta ein ónøktandi bát inn á farleiðina, serliga ikki á vetrardegi, og tí havi eg heitt á Jóhan Dahl, landsstýrismann við samferðslumálum, um at bera so í bandi, at Ritan verður umvæld, ongantíð ov skjótt, so fugloyingar og svínoyingar fáa eitt álítandi ferðasamband aftur, sigur Jákup Mikkelsen.
Ritan var fyrr í ár løgd, tí manningin hevði varnast eitt hol í skrokkinum. Holið hevur víst seg at verið størri enn upprunaliga mett, og eisini er komið fram til, at orsøkin er tering.
- Uttan mun til, hvør orsøkin er, so er umráðandi, at Ritan kemur aftur í sigling so skjótt sum møguligt, so fugloyingar og svínoyingar kunnu kenna seg tryggar við ferðasambandið, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at eisini røktingarmenn og bøndur hava brúk fyri kraftfóðri til kríatúrini, og Alpha Pilot, sum røkir siglingina fyri Rituna, er ikki júst ein farmabátur.
- Eisini tí er neyðugt, at Ritan kemur aftur í sigling skjótast tilber, sigur Jákup Mikkelsen.