Vil hava Føroyar av reyða lista hjá Noreg

Kaj Leo Holm Johannesen hevur heitt á norska starvsbróður sín um at taka Føroyar av reyða listanum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur heilsumál um hendi í landsstýrinum, sigur á sínari Facebook-síðu fyri løtu síðan, at hann júst nú hevur snakkað við norska heilsumálaráðharran og starvsbróður sín.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann í samrøðuni hevur heitt á starvsbróðurin um at taka Føroyar av reyða listanum hjá Noregi, tí "tað ávirkar okkara sjófólk skeiva vegin fyri hvønn dag, vit eru reyð í Noregi..."

Kaj Leo Holm Johannesen vísir á tráðnum á, at hann hevur heitt á landslæknan um at fáa útlendsku sjófólkini burtur úr føroysku tølunum, tí hann heldur tað ikki vera rætt, at tey eru við í okkara tølum.

Landsstýrismaðurin ásannar á Facebook-tráðnum, at talan er um ein altjóða uppgerðarhátt, men Kaj Leo Holm Johannesen leggur aftrat, at ætlanin nú er at fáa útlendsku sjófólkini burtur úr tølunum, so tey ikki telja við.

Ein lesari á tráðnum hjá landsstýrismanninum er Kristina Háfoss, løgtingskvinna.

##med2##

Hon heldur tað vera gott, at áheitan er farin til Noregs um hetta og heldur tað vera ógvuliga týðandi, at føroysku konona-hagtølini fram eftir verða upplýst soleiðis, at smittað í Føroyum eru fyri seg - og smittað á útlendskum skipum eru fyri seg.

- Um ikki, kunnu vit í heilum koma á reyðar listar kring heimin - eisini, tá eingin smitta er í Føroyum, sigur Kristina Háfoss.

Løgtingskvinnan heldur tað eisini hava týdning at upplýsa um, hvørt talan er um innlendissmittu - ella, talan er um smittu, sum er staðfest á flogvølli og/ella havnalagi og sum ikki hevur spjatt seg í Føroyum.